Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partafelagið Formula, sum heldur til á Óðinshædd í Havn, hevði 14 milliónir krónur í yvirskoti í fjør. Tað er stívliga tríggjar milliónir minni enn árið frammanundan. Hetta hendir, hóast bruttovinningurin á góðar 70 mió kr var eina millión hægri enn árið frammanundan.

Men væl meira er brúkt til lønir, og tí røkkur bøtti bruttovinningurin ikki niður á botnlinjuna. Lønarútreiðslurnar vuksu við yvir 10%, og endaðu á 50,8 mió kr í fjør.

Fíggjarstøðan hjá Formula er sterk við lítlari rentuberandi skuld. Hon javnvigar við 81,6 mió kr og eginognin er 19,3 mió kr.

Eitt trivaligt vinningsbýti verður útgoldið partaeigarunum aftur hesaferð. Tað stendur, sum tað hevur gjørt seinastu trý árini, mát við yvirskotið.

Formula fæst við at veita bæði almenna- og privata geiranum loysnir innan eitt nú fíggjarstýring, fyrisiting, hýsing og prenting.

Um framtíðina verður sagt, at fleiri óvissur eru inni í myndini enn vanligt, og tað kann ávirka. Eitt nú inflatión, kríggj og fløskuhálsar. Og nevnt verður, at leveringstíðir sum áður vóru nakrir mánaðir nú eru eitt ár.

Fróði Magnussen er forstjóri, Árni Arge er fíggjarstóri í Formula.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo