Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tann manipulerandi og grunni politiski analfabeturin, Merkissteinur hevur tillagt sær eina løgna patetiska katastrofu-rødd, sum hevði verið hóskandi, hvis ein øgiligur jarðskjálvti uppá næstan 10 á ti seismisku skalaini hevði sorlað eitt heilt land sundur, ella hvis ein asteroida nærkaðist Porkeri við týnandi megi og kanska eisini hvis eitt herviligt atomkríggj var brostið á.

Hann heldur, at so bíta fólk kanska betri á hansara søguskeikling, sum hann vága sær at fremja saman við søguligum ignorantum sum Ó-skaldinum, CJJ og Magna Arge. 

Nosslig manning av fanatiskum nationalsitum!

Men Steinurin hevur onga variatión og brúkar tempo staccato lamentoso við  torumegi til reinar banalitetir, so sum popp, túnatíðindi og fotbólt.

Danska radioavisin hevði í síni tíð ein mann, sum tosaði lika ógvisliga, sum tann merkiligi Steinur.

Hann æt Niels.Grunnet og bleiv næstan bara brúktur, tá ið okkurt ræðuliga syndarligt og dramatiskt var hent.

Men man brúkti hann avgjørt ikki sum fótatraðk!.

Hann bleiv ti kallaður "Manden med katastrofestemmen", ti hann var ikki hóskandi til gerandishendingar ella -mál.

Merkissteinur kann ikki heilt samanliknast við Grunnet, sum man krógvaði til katastrofur.

Men tað er púra fjákut við slikum dómadagstóna, sum Merkissteinur brúkar um triviellar bagatellir.

Finst slett  eingin mjúk sordin ella yndisligt dolce grazioso ella legato tranquillo í ti merkiliga ovurbuldrandi Steina-repertoirinum ella varpingaskríninum?

EINGIN úlvur er jú ENN í hølunum á hesum salvilsisfulla Merkissteini.

Vælsignaður, GOYM svávuls-tónan, til úlvurin kemur!

Tað er virkuliga komiskt at yvirspæla sina rollu, hvis man hvørki skal kunna fáa eitt HOl á lumman, húka fyri at binda sær tær loysnaðu lissurnar, ella lata seg í tad nationala  kotið, uttan at tað verður kunngjørt.líka so dramatiskt.sum eini ovur-sensationell stór-tiðindi frá eini fjarari galaksu.

Sansur fyri relativiteti og ljósárs-proportiónum er eftirynskjandi, lika til úlvurin er heilt týðuliga í eygsjón hjá hesum besyndarliga Steini.

Hann má camouflera nationalismuna og balla nationalistarnar og teirra vitleysu anekdotur inn í dilletantiskt drama.

Sera vánaligt sjónleikarahandverk!

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo