Grønlendski javnaðarflokkurin Siumut hevur floksfund hetta vikuskiftið, og eitt mál á skránni er val av formanni. Onkur eygleiðari metir, at her kann endin gerast nýval í Grønlandi.
Siumut er í samgongu við IA, men fleiri halda, at flokkurin fær ov lítið burturúr hesum samstarvinum. Teirra millum eru fyrrverandi formaðurin Kim Kielsen og fólkatingslimurin Aki-Matilda Høegh-Dam, sum bæði stilla upp ímóti sitandi formanninum, Erik Jensen.
Formansval er á skránni í morgin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo