Góðu tit, góðu fólkafloksfólk.
Áðrenn, eg komi til við formansfrágreiðingina, so vil eg líka steðga á. Síðani seinast, vit vóru savnað til landsfund, so eru tveir av okkara fyrrverandi formonnum farnir.
Tann 20. februar í ár fór Anfinn Kallsberg. Anfinn var formaður okkara í 14 ár. Hann var løgtingsmaður, løgtingsformaður, landsstýrismaður, fólkatingsmaður og løgmaður.
Tann 8. juli fór Jógvan Sundstein. Jógvan var formaður okkara í 13 ár. Hann var løgtingsmaður, løgtingsformaður, landsstýrismaður og løgmaður.
Báðir vóru teir væl lýddir og høgt virdir millum manna. Teir slóðaðu fyri og fluttu okkara samfelag fram á leið.
Áðrenn, vit fara víðari, fari eg heita á tykkum um at reisast og minnast hesar báðar í tøgn.
-
Hyggi eg aftur á tað farna árið, so er nógv at gleðast um.
Í Føroyum hava vit enn lágt arbeiðsloysi. Arbeiði er til allar hendur. Búskapurin veksur, og nógv virksemi er í samfelagnum. Eisini er rentan dalandi, og tað lættir um hjá mongum.
Men síðani seinast, vit hittust, eru vit eisini farin at síggja eina keðiliga gongd.
Burðartalið hevur verið lækkandi seinastu árini. Bara upp á tvey ár er talið av føddum lækkað við yvir 100 børnum. Einki bendir á, at talið batnar í ár. Barnafamiljurnar eru sperdar og hava tørv á størri frælsi – størri frælsi yvir síni tíð og pengum.
Tølini vísa eisini, at alsamt fleiri ung velja at flyta av landinum. Av hesum er eisini ein partur, ið ikki kemur heimaftur.
Ein nýggj kanning hjá Glasi, ið varð kunngjørd í vikuni, vísir, at bert fimti hvør næmingur á miðnámi ætlar sær undir hægri útbúgving í Føroyum. Restin ætlar sær uttanlands.
Hendan keðiliga gongdin er samstundis, sum talið av eldri er vaksandi. Heldur gongdin fram, hava vit ein stóran haldføristrupulleika.
Vit kunnu ikki lata standa til. Vit skulu broyta gongdina.
-
Týsdagin vóru vit á vali. Tá valdu vit, hvørja kós vit ynsktu fyri ta kommunu, vit búgva í. Hvønn dag taka vit avgerðir. Okkara val og avgerðir hava týdning fyri, hvussu vit byggja okkara lív.
Í politisku skipanini taka vit avgerðir, ið ávirka lívið hjá øllum føroyingum. Hesar avgerðir fáa borgararnar at taka eina avgerð. Velja teir til, ella velja teir frá? Sum Dania O. Tausen yrkir, so er tað, at siga ja, samstundis at siga nei til okkurt annað.
Vit í Fólkaflokkinum ynskja, at fólk skulu velja Føroyar. Hóast vit sita í andstøðu, so vilja vit vísa á loysnir, ið ikki eru veruleikafjarar og sum kunnu bera okkara samfelag á røtta leið. Politiski myndugleikin skal altíð gera sítt til, at tað er gott at vera ungur, og at tað er gott at vera ein familja í Føroyum.
Tí hava vit gjørt eitt uppskot um ein familjupakka. Ein pakki, ið gevur familjunum størri frælsi yvir teirra tíð, pengum og møguleikum. Familjan er kjarnin í føroyska samfelagnum, og tí vilja vit gera samfelagið meira familjuvinarligt.
Tað krevur stóra fíggjarliga orku, tá familjan skal hava gerandisdagin at mala runt. Vit vilja geva familjum og borgarum størri frælsi yvir teirra egnu pengum.
Vit vilja hækka barnafrádráttin, so hann er hægri enn í dag, og gera hann stigvísan, so tú fært størri fíggjarligt rásarúm, tess størri familjan verður. Okkara uppskot gevur einari familju við trimum børnum, harav tvey eru undir skúlaaldri, 10.100 kr. meira um árið at liva fyri.
Tað ger mun fyri familjuna.
Vit vilja javna mørkini í skattaskipanini, so tey verða dagførd samsvarandi lønar- og prísvøkstrinum. Soleiðis byrgja vit fyri, at skattatrýstið hækkar.
Vit vilja geva kommununum eina heimild at hækka botnfrádrátt teirra. Í dag er botnfrádrátturin 30.000 kr. í øllum kommunum. Botnfrádrátturin rakar tær lægri inntøkurnar harðast, tí fyrst tjenta króna verður so tíðliga skattað. Vit vilja, at kommunurnar kunnu fáa eina heimild, har til ber at hækka botnfrádráttin til tess at hjálpa lægri løntum.
Bústaðatrotið er stórt.
Familjur hava torført við at seta føtur undir egið borð. Kanning, ið varð kunngjørd fyri kortum, vísti, at heili 94% av føroyingum ynskja at hava egið hús ella egna íbúð. Vit vilja gera tað møguligt hjá ungum og familjum at seta búgv.
Vit vilja veita fólki mvg-afturbering av sethúsabygging, heldur enn at veita rentustuðul. So fært tú stuðulin beinanvegin, heldur enn yvir 30 ár. Tað hevði givið betri møguleika at bygt, og tað hevði økt um útboðið.
Í dag spara vit upp til egna pensjón. Samstundis sum vit gera tað, so kunnu ungfólk koma í ta støðu, at tey ikki fáa fígging til egnan bústað, samstundis sum tey eiga nógvan pening á sínari pensjónsuppsparing.
Vit vilja lata ungum møguleikan at nýta part av egnari pensjónsuppsparing sum eginfígging, tá tey keypa ella byggja sín fyrsta bústað. Tað gevur teimum møguleika at seta føtur undir egið borð, samstundis sum tann íløgan er ein uppsparing í sær sjálvari.
Vit vilja, at familjur skulu hava bestu møguleikar at ráða yvir tíðini, tá børnini eru smá. Familjan SKAL hava frælsi at ráða yvir egnum viðurskiftum.
Vit hava í hesum valskeiðnum fleiri ferðir lagt uppskot fram um at betra um barsilsskipanina. Vit vilja, at barsilsskipanin skal betrast á fleiri økum, har vit m.a. veita foreldrum størri frælsi yvir barsilstíðini.
Vit vilja eisini geva familjum møguleika fyri at fáa frælsa barnaansing. Hjá øllum familjum hóskar tað vanliga dagstovnatilboðið ikki til teirra tørv. Summi ynskja eisini at vera longri heima við børnunum, enn barsilstíðin loyvir teimum. Tí vilja vit geva heimild fyri frælsari barnaansing.
Vit skulu altíð stremba eftir, at ung velja Føroyar til heldur enn frá. Vit skulu bjóða útbúgvingar, ið endurspegla eftirspurningin og tørvin í samfelagnum. Eisini mugu vit gera tað liviligt at búgva í Føroyum sum lesandi, bæði fíggjarliga og í mun til bústað.
Tí vilja vit geva lesandi familjum størri fíggjarligt rásarúm og hækka barnastudningin. Eisini vilja vit framhaldandi stuðla uppundir, at lestraríbúðir verða bygdar, og at bæði almennir og privatir aktørar sleppa framat.
Øll hesi átøk, trúgva vit, fara at geva familjunum størri frælsi. Hetta eru átøk, ið skulu fáa ungfólk at velja Føroyar til.
-
Okkara familjupakki hevði eisini rokkið teimum lágløntu, ið eru harðast rakt av prís- og rentuhækkingum. Í fjør framdi samgongan eina skattaumskipan. Man gav skattalætta við aðrari hondini, men hækkaði avgjøldini við hinari. Tað merkti, at láglønt fingu ongan skattalætta, men hægri brenniavgjøld, hægri bensin- og dieselavgjald, hægri el-prís, hægri kringvarpsgjald og nógv annað. Hesi somu, ið ikki hava ráð at leggja um til grøna orku.
Eisini blivu sjómenn skerdir, og tey, ið arbeiða uttanlands, fingu munandi skattahækking. Heldur enn at tað fer at geva meir í landskassan, so hevur tað við sær, at fleiri velja at flyta av landinum. Ein avgerð, ið eigur at verða – og vónandi verður – endurskoðað.
-
Tað er gleðiligt, at lagt verður upp til, at breiðar semjur skulu fremjast, og fleiri eru framdar. Tað er neyðugt, at vit í størri mun tvørtur um floksmørk finna semjur, ið flyta okkara samfelag fram á leið.
Vit hava ikki verið við í øllum teim breiðu semjunum. Orsøkin er einføld. Um vit ikki trúgva, at semjurnar eru gagnligar fyri okkara land, so eru vit ikki við.
Í málinum um gongd í haga varð gjørt seg inn á grundleggjandi rættindi – nevniliga ræðisrættin. Tað kundu vit ikki liva við, og tí vóru vit ikki við. Haraftrat er lógin, ið myndugleikarnir hava víst á, ógreið.
Semjan um tøkugjøldini skattar alivinnuna, tá prísurin er lægstur. Ein tílík langtíðarsemja er ikki trygg fyri okkara vinnu.
Tó, so hava vit verið við í breiðum semjum, ið vit halda gagnar okkara landi. Vit hava gjørt breiðar semjur um batar í barsilsskipanini og innan fólkaskúlan. Tvey økir, ið liggja okkum nær.
Tá við høvdu landsfund í Skopun í fjør, fóru vit tvørturum Skopunarfjørð við Teistanum. Nú, vit hava landsfund í Havn, eru tit sandoyingar komnir tvørturum fjørðin við bili. Eingi atlit skulu takast til, nær ein skal vera aftur á Gomlurætt. Eitt frambrot, ið hevur birt vón á Sandoynni.
Hinvegin, so eru nøkur komin norður við Smyrli í morgun. Tey mugu tillaga seg eftir ferðaætlanini, soleiðis at tey náa suðuraftur við Smyrli.
Gongdin er vend á Sandoynni. Fólk flyta til oynna, arbeiðsloysið er minkað og vinnulívið ger íløgur í oynni. Nú skulu vit velja. Velja vit at venda gongdini fyri Suðuroynna, ella ikki?
Vit hava gjørt eina breiða semju um, at gongd skal setast á verkætlanina um Suðuroyartunnil. Tað er ein verkætlan, ið er neyðug fyri at venda gongdini í Suðuroynni. Tí vilja vit fara í holt við fyrireikingarnar til hesa verkætlan, soleiðis at tað gerst lættari hjá suðuroyingum at stýra teirra gerandisdegi.
-
Vit hava í fleiri ár verið signað við stórum búskaparvøkstri í Føroyum. Tó mugu vit viðurkenna, at vøksturin heldur ikki áfram í allar ævir.
Samstundis, sum inntøkurnar eru vaksnar, so hevur politiska skipanin ikki dugað nóg væl at hildið aftur í útreiðslunum. Og nú síggja vit úrslitið av tí – og tað er als ikki nøktandi.
Seinastu tíðina hevur útreiðsluvøksturin hjá tí almenna verið hægri enn tað, ið inntøkuvøksturin hevur verið. Á fíggjarlógini fyri komandi ár vaksa útreiðslurnar við 4,9%, meðan inntøkurnar vaksa 1,9%. Tað heldur ikki í longdini, og tí MÁ okkurt gerast. Og í hesum føri undrist eg á mátan, sum samgongan handfer hendan trupulleikan.
Í fíggjarlógaruppskotinum síggja vit, at man skerjir innan útbúgving, hóast alsamt fleiri ung leita sær av landinum. Man skerjir í eftirlitinum hjá Taks, hóast vit ofta hoyra søgur um rúsevni, ið floyma inn í landið. Man skerjir hjá teim veiku innan almannaøkið. Inntøkuvøksturin steðgar, men man ger ikki átøk fyri at vaksa um okkara búskap.
Hinvegin, so veksur man um sína egnu umsiting. Kostnaðurin av landsstýri og aðalráðum er vaksin við 32,6 mió. kr. síðan hendan samgongan tók við. 32,6 mió. kr. (!).
Hjá undanfarnu samgongu var vøksturin 830 tús. kr.
Eisini verður vaksið um aðra fyrisiting, og m.a. verður talið av sendistovum hækkað.
Skal man tálma útreiðslunum, átti man at havt byrjað hjá sær sjálvum. Har er nokk at taka fatur í.
-
Vit hava ynskt, at vit gera nakað við útreiðsluvøksturin og tær haldførisavbjóðingar, ið vit hava. Allir flokkar á tingi hava umrøtt málið, og vilja vit gjarna vera við í nøkrum breiðum semjum, ið tálma útreiðslurnar – tí tað er neyðugt.
Eitt mál, ið hevur verið umrøtt, er hetta at hækka pensjónsaldurin. Tað kunnu vera og eru fleiri orsøkir til, at pensjónsaldurin skal hækka. Tó tykist tað undarligt, at samstundis sum man ætlar at hækka pensjónsaldurin, so skal arbeiðsvikan styttast. Fyri at øll tey yngru kunnu arbeiða minni, so skulu tey eldru arbeiða meiri. Tað virkar øvut.
Eisini vísa tølini, at hetta, at stytta arbeiðsvikuna, er kostnaðarmiklari fyri land og vinnu enn tað, ein hækking í pensjónsaldrinum gevur. Tað hongur ikki saman, at vit yngru skulu arbeiða minni, so tey eldru skulu arbeiða meira. Hetta fer samlað sæð at gera haldførið verri, heldur enn at betra um tað.
-
Eitt av okkara málum í Fólkaflokkinum er, at vit skulu hava ein sjálvberandi búskap. Tí er tað gleðiligt, at ríkisveitingin verður skorin og yvirtøkur verða framdar. Nakað, ið vit taka fult undir við, tí tað er neyðugt. Tó eru viðurskifti, ið ikki bera okkum rætta vegin.
Skulu vit sum tjóð fáa ein sjálvberandi búskap, so má hann vaksa – køkan má vaksa. Ikki gerast minni.
Vinnupolitiskt hava vit ikki sæð átøk, ið skulu fáa okkara búskap at vaksa. Heldur hinvegin, tíverri.
Gjøldini á alivinnuna eru hækkað og hava eisini kostað arbeiðspláss. Veiðigjøldini í fiskivinnuni eru munandi hækkað, samstundis sum kvoturnar minka.
Fyri vinnu á landi eru nógvar avgjaldshækkingar framdar, el-prísurin er hækkaður munandi, verri treytir hjá fyritøkum tá umræður sjúkradagar, meir kostnaðarmikið at hava lærlingar og meira. Broytingar, ið ávirka kappingarføri hjá okkara fyritøkum.
Í okkara høvuðsvinnu, fiskivinnuni, valdar eisini óvissa. Samgongan ynskir ikki leingja veiðiloyvini og veit ei heldur hvørja skipan, man ynskir. Enn er óvist hjá manningunum, ið fiska í Barentshavinum, hvør lagnan hjá teimum verður komandi ár. Sama er galdandi fyri tey, ið merkja ringvirkningarnar av hesum. Tí er eisini óvist hjá fleiri familjum, hvat inntøkugrundarlag tey hava komandi ár – um yvirhøvur nakað.
Vinnupolitiskt er torført at fáa eyga á, hvør kósin er. Tað tykist ikki sum, at viljin er at økja um køkuna. Tað einasta, semja er um, er, at vinnan skal gjalda meiri, og tí eisini gerast verri kappingarfør.
Hvat velja vit – ein sjálvberandi búskap við eini vinnu, ið er kappingarfør á altjóða marknaðinum, ella ein vinnupolitikk, ið bert snýr seg um, hvussu nógv meira vinnan skal gjalda – og harvið minka um búskapin?
Vit skulu til eina og hvørja tíð velja tað fyrra.
-
Týsdagin var kommunuval. Vit kunnu fegnast um, at Fólkaflokkurin fekk framgongd bæði í Tórshavnar kommunu og Klaksvíkar kommunu. Ein hjartans tøkk til valevnini og lokalfeløgini fyri eitt megnar arbeiði í valstríðnum, og til lukku til tey, ið vórðu vald. Sjálvandi er tað harmiligt, at vit eru endað í andstøðu, men vænti og veit eg, at tit fara gera tykkara besta at umboða okkara politikk og flokk væl.
Eisini er at fegnast um, at fleiri av okkara gjørdu góð val í øðrum kommunum.
Nú valskeiðið er komið í helvt, so skulu vit hyggja fram ímóti næsta valinum – løgtingsvalinum.
Veljarakanningarnar hava verið góðar. Hóast tær ikki siga alt, so er tað ein ábending um, at fólk ynskja ein borgarligan politikk. Ein familjuvinarligan politikk. Fólk ynskja ein politikk, ið skapar karmar fyri vinnulív – ikki forðingar. Ein politikk, ið leggur dent á fíggjarligt skynsemi. Eitt stýri, ið velur einar frælsar Føroyar, sum hevur eitt frælst fólk og ein sjálvberandi búskap. Men, sum ein segði, so er einki liðugt, fyrr enn alt er liðugt.
Saman skulu vit framhaldandi vísa á, hví ung skulu velja Føroyar.
Saman skulu vit framhaldandi vísa á, hví familjan skal velja Føroyar.
Saman skulu vit framhaldandi vísa á, hví vinnulívið skal velja Føroyar.
Saman skulu vit framhaldandi vísa á, hví Føroyar hava brúk fyri Fólkaflokkinum.
Takk fyri, at tit lýddu á, og framhaldandi góðan landsfund.
Beinir Johannensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo