Nógv stúrsaðu við, tá tað sást, at lýsingar vórðu hongdar upp á girðingina kring Havnará, sum annars júst er latin upp aftur og skuldi vera eitt slag av monomenti fyri býin. Áin sæst ikki fyri berum lýsingum, og fólk hava givið ilt av sær á sosialu miðlunum og spurt, um hetta var meiningin.
- Verður hetta nú alt avtaglað í valplakatum9, tá val verður aftur, sum onkur spyr.
VP hevur ætlað at spurt Heðin Mortensen, borgarstjóra, men tað hevur ikki borið til at fingið fatur í honum. Men Tróndur Sigurðsson, sum er formaður í teknisku nevnd hjá kommununi sigur við VP, at honum dámar illa tað sum nú er hent.
- Hatta vil eg ikki hava skal verða soleiðis eiheldur til val framyvir, sigur Tróndur Sigurðsson í stuttari viðmerking. Hann ætlar at taka spurningin upp mánadagin, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo