Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Oddagrein í Skúlablaðnum nr 5, 2016: Í fólkaskúlalógini stendur í grein 20: Við skúlaárs byrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum. Hetta hevur Løgtingið sett sum hægsta mark fyri, hvussu nógvir næmingar kunnu vera í flokkinum. Orðið “vanliga” merkir, at næmingatalið sum høvuðsregla skal haldast á 24 næmingum, men samstundis gevur tað eisini ein ávísan møguleika at tulka. Í fleiri ár hevur Mentamálaráðið í skrivi til skúlaleiðslurnar fráboðað, at vanlig floksstødd er sett til 24 næmingar. Tó verða ikki latnir tímar til nýggjan flokk, fyrr enn flokkurin fer upp um 26 næmingar. Sostatt er fyrisitingarliga ásett, at í einum flokki kunnu ganga 26 næmingar. Í flestu skúlum hevur ásetingin tó ongan praktiskan týdning. Umleið 15 av teimum 41 skúlunum eru av slíkari stødd, at næmingatalið í flokkunum fer upp um 24, í onkrum føri er bara talan um einstakar flokkar.

Men hví skulu vit yvirhøvur hava eitt ovara mark fyri næmingatali í flokkinum? Tað eru fjøltáttaðar orsøkir til, um ein flokkur starvast fakliga og sosialt nøktandi ella ikki, og tað er einki, sum einvíst bendir á, at júst floksstødd er so avgerandi. Hinvegin vita vit, at tá næmingatalið verður ov høgt, so gerst frammanundan stóra avbjóðingin at næmingalaga undirvísingina torførari, um ikki ógjørlig. Tá drúgva, men ivasama siðvenjan at flokka næmingar sum antin bókligar ella handaligar umsíðir var slept, og eindarskúlahugtakið vann frama, varð í fólkaskúlalógini staðfest, at støði skuldi takast í einstaka næminginum. Ov stórt næmingatal í flokkinum er sostatt beinleiðis í andsøgn bæði við bókstav og við andan í fólkaskúlalógini. Og næmingatal er eitt, sum, í mun til so mangt annað, nakað kann gerast við.

Sum sagt er avmarkað, hvussu stóran týdning ásetingarnar um floksstødd hava, tí flestu skúlar eru so smáir, at næmingatalið í flokkinum als ikki er viðkomandi. Hinvegin vita vit, at næmingatalið í fleiri flokkum í størru skúlunum liggur um tey 24 heilt upp í 26. Hetta er á ongan hátt námsfrøðiliga nøktandi. Allir lærarar eru samdir um, at ov høgt næmingatal í flokkinum er ein forðing fyri fjølbroyttari undirvísing. Ofta hevur verið frammi, at grein 20 í fólkaskúlalógini átti at verið broytt soleiðis, at 24 einvíst varð sett sum hægsta næmingatal í flokkinum.

Í mars 2002 legði Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna, vegna Javnaðarflokkin fram uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan. Har verður skotið upp, at grein 20 í fólkaskúlalógini verður orðað soleiðis: Hægst loyvda næmingatal í 1. og 2. flokki í fólkaskúlanum er 18. Hægst loyvda næmingatal frá 3. til og við 10. flokki í fólkaskúlanum er 24.

Uppskotið var væl grundað, og m.a. varð sagt: Sum gongdin er nú, flyta vit okkum longri og longri burtur frá næmingalagaðari undirvísing við uppaftur størri vanda fyri, at bert miðjan fær sum mest burturúr. Ringt er at geva bókliga veika eins og sterka næminginum røttu undirvísingina og røttu avbjóðingina í stórum flokki. Harafturat hevur uppalingarligi parturin av lærarayrkinum verið vaksandi, og tíðin hjá læraranum verður mangan smábýtt. Hetta kemur serliga til sjóndar fyrstu skúlaárini, tá næmingarnir hava fyri neyðini, at lærarin er nógv um tey. Ein trygg og miðvís innskúling slóðar fyri góðari skúlagongd. Hava næmingarnir fingið eina góða byrjan, eru størri útlit fyri, at væl fer at hilnast.

Uppskotið varð beint í mentanarnevndina. Hóast undirtøka var fyri uppskotinum, so fekk ein minniluti í mentanarnevndini gruggað málið so mikið, at tað ikki varð samtykt í Løgtinginum. Um uppskotið varð samtykt, so hevði tað verið eitt frambrot fyri fólkaskúlan. Men sjálvandi ber til at leggja uppskotið fram aftur, um onkur hevur hugflog og dirvi til tað.

Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo