Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sjóvinnufelagið: Sjóvinnufelagið skipar fyri kunnandi tiltaki á Hotel Hilton Garden Inn fyri føroyskari sjóvinnu og tænastuveitarum.

Í samband við, at Rosebank feltið verður útbygt beint eystanfyri føroyska markið, skipar Sjóvinnufelagið fyri kunningartiltaki á Hotel Hilton Garden Inn týsdagin 16. januar kl. 9.30. Tiltakið er liður í, at norska felagið Equinor í næstum fer undir at útbyggja stóru olju- og gassleiðina Rosebank.

Sjóvinnufelagið hevur í samstarvi við FOÍB fingið nøkur av oddafólkunum hjá Equinor í Bretlandi og Norra at vitja í Føroyum. Hesi fara á vitjanini í Føroyum at hyggja nærri at føroyskari vinnu og fyritøkum, sum møguliga kunnu veita vørur og tænastur til stóru útbyggingina av Rosebank.

Í forkunnuga ferðalagnum, sum kemur til Føroya, eru millum onnur Arne Gürtner, stjóri í Equinor í Bretlandi, ið hevur evstu ábyrgdina at útbyggja Rosebank feltið, og Thomas Pirie, sum stendur á odda fyri sjálvari útbyggingini av Rosebank kelduni. Teir báðir fara at hava framløgur á tiltakinum, har teir greiða frá komandi virkseminum á Rosebank og hvat fyri møguleikar hetta kann hava fyri føroyska sjóvinnu, veitarar til sjóvinnuna, eins og fyri aðrar tænastuveitarar í Føroyum.

Tiltakið er ætlað øllum, sum hava áhuga og tilknýti til føroyska sjóvinnu, og veitarar til sjóvinnuna í Føroyum.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding sum fer fram við at senda teldupost til industry(at)industry.fo í seinasta lagi 13. januar.

Eftir almenna tiltakið bjóðar Sjóvinnufelagið limum felagsins til kjak um virksemi felagsins og síðani eisini døgurða.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo