Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Leygardagin 17. oktober verður høvi hjá Føroyingum at uppliva nýggjastu tónlistaverkætlanina hjá Teituri, tá hann fer á pall í Norðurlandahúsinum saman við viðurkenda danska trummuspælaranum Kresten Osgood.

Teitur gav sína fyrstu fløgu út í 2002, og hevur síðan tá framført í mestsum øllum heiminum og fingið holla altjóða viðurkenning.

Síðsta útgávan hjá Teituri “Story Music” frá 2013 varð tikin upp í eini gamlari ísfabrikk í Føroyum, og hevur “storytelling” sum høvuðstema.

Kresten Osgood hevur seinastu 16 árini verið sera virkin í danska tónleikalívinum, og er skýrdur at vera “tað besta, sum er hent í donskum jazzi síðan 80ini”.

Teitur og Osgood spældu fyrstu ferð saman sum duo í November 2014, tá teir spældu midnáttarkonsertir í Keypmannahavn.

Tá sluppu áhoyrararnir at hoyra nýggjar og spennandi versiónir av sangum hjá teimum báðum, og sjálvt um skráin til konsertina í Norðurlandahúsinum verður tann sama, verður upplivingin sermerkt tí Osgood er eyðkendur fyri improvisatión og spontanitet.

Ongin konsert er líka.

“Tað skal vera farligt, stuttligt og nýtt!” (Teitur í samrøðu við Kinnu Poulsen, Listaportal, 21. august 2014).

Konsertin verður í Klingruni leygardagin 17. oktober kl 19.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo