Nevndi seinast, hví okkara pensjónsskipan ikki tryggjar búskaparligt haldføri.
Økjandi talið av gomlum er tó minni hóttan enn okkara fallandi barnatal.
Peningur trýtur ikki, táið ræður um at tryggja familjum góða barnaansing.
Árliga rinda vit nærum 1 mia kr fyri ansing, skattafrádrátt o.a. stuðul til børn.
Men verða hesar miljardir (sum aðrar til alment virksemi) brúktar optimalt?
Eftir bert 5 ár er burðartalið dottið úr 2,5 (mest í Evropa) í 2,0 børn pr. kvinnu.
2,0 børn pr kvinnu er ov lítið í longdini til at halda fólkatalinum við líka.
Ikki so galið sum í Evropa, har lond eru í neyð av skeivum aldursbýti.
Bert at taka útlendingar inn er ikki haldfør loysn, tí tað úrkynjar samleikan.
Ov nógvir leysir kroppar geva ovurhonds sosialar trupulleikar og ófrið á sikt.
Men vit fáa nú ov fá børn ar rinda pensjónir, røkt, skúla, heilsu o.a. um fá ár.
Burðaravlop er blivið burðarhall, tí okkara kvinnur flyta ella vilja ikki eiga børn.
Flestu Vestanlond hava nú fleiri skrásettar kelihundar enn børn 0-16 ár.
Hundar eru ikki ein gongd leið til betri føroysk haldføri og tjóðarmenning.
Ymsar orsøkir til lægri burðartal
Fyri 50 árum síðan vórðu 7-800 børn fødd í Føroyum árliga móti nú 500.
800 børn komu væl við, tí føroyingar hava leingi arbeitt og lært uttanlands.
Fleiri fóru avstað enn komu aftur. Netto fráflyting er prísur, eitt lítil land rindar.
Skulu fleiri leita heimaftur og støðast, mugu Føroyar m.a. gerast lágskattland.
Men til tess eru ov mangir javnaðar- og tjóðveldissosialistar í Føroyum.
Ov drúgt er her at lýsa út í æsir, hví kvinnur ikki eiga børn sum fyrr.
Ov lítið byggilendi og ov nógv almenn bygging øktu húsaprísin ógvisliga.
2 inntøkur skulu nú til eini hús, ið er trupult, táið onnur inntøkan fer til skatt.
Á stórplássum klárar barnaansingin ikki at nøkta eftirspurningin.
Fleiri námsfrøðingar og teirra hjálparar eru ov strongd til 40 tíma viku.
Hvørji ráð eru til at fáa hægri barnatal, netto avlop og betri haldføri í longdini?
Børn mugu loysa seg fíggjarliga
Tað kostar 30-40.000 kr árliga at føða og ala upp eitt barn, t.e. 1 mió í 18 ár.
Tað er ikki hvørs kvinnu/mans føri at eiga 1 barn (3-4 børn ikki um at tala).
Ein andsøgn er í, at jú ríkari vit verða sum samfelag, jú verri ráð til børn.
At eiga børn er lívsins endmál (ikki kvinnusak, sjálvsøkni, klimaræðsla o.t.).
Men land og kommunur brúka sum sagt 1 mia kr árliga til børn og foreldur.
Mest kostar ansingin, frádráttir í skatti, barnavernd, stuðul frá Almu osfrv.
Nú knípur hjá størri kommunum at bjóða øllum vøggustovu og barnagarð.
40 tíma vika í barnagarði er ovmikið hjá kvinnum, ið hava heim og familju.
Hví ikki latið foreldrum, ið vilja ansa, og ikki bert stovnum lut í pengunum?
OK, Philbrow hevði farið í kríggj móti bý/bygdaráð, foreldrum og børnum.
Tað fer hann kortini javnan nú, enntá ímóti hjálparunum.
Fakfelagsbossar hava sum ideologiskt stavnhald at gøllhalda um sínar limir.
Foreldur ansing fyri ‘cool cash’
Hví ikki geva foreldrum, námsfrøðingum, hjálparum o.ø. lut í stovnspengum?
3 ár til BA í skúla køvir væl ikki hugin hjá námsfrøðingum at reka egna vinnu?
Hví ikki privata dagrøkt aftur sum ‘business’ hjá pedagogum, stuðlum o.ø?
Kommunur rinda 6-7.000 kr pr ansað barn um mánaðin (og foreldur 2.000 kr).
Sum dømi kundu foreldur fyri at ansa børnum heima tjent 80.000 kr pr barn.
Tann upphæddin er minni enn tað, skattgjaldarar nú rinda stovnunum.
Trygt og neyvt eftirlit
Kanska fingu nøkur foreldur fleiri børn fyri ta løn, sum ansing nú kostar.
Hví ikki ‘cool cash’ til foreldur, ið vilja ansa 2, 3 el. fleiri børnum upp til 7 ár.
Foreldur kundu ansa børnum heima fyri løn ella gjalda øðrum fyri ansing.
Teir pengarnir eru í umferð kortini, nú bert sum skattfíggjað stovnsjáttan.
Bert fá foreldur hava ráð og orku til fleiri børn við verandi ansingarskipan.
Slík ‘cool cash’ lønarskipan kundi byrja eftir barsilsfrí og vart til skúlaaldur.
Hon hevði ikki kostað kommunum eina krónu meiri enn verandi skipan.
3 børn pr kvinnu í miðal hevði styrkt familjulív og haldføri Føroya almikið.
Føroyar hava ‘heimsins best virkandi skattaumsiting’ í Taks.
Tað heldur ein amerikanskur professari og altjóða skattaserfrøðingur.
Kommunur og Taks høvdu tryggjað eftirlit við eini ‘cool cash’ barnaansing.
Hetta er eitt valfrítt og kostnaðarfrítt uppskot til Føroya bata, ja bjarging.
Um tað verður valt ella vrakað veldst um, hvussu stívrent byrokratiið er.
Óli Breckmann
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo