Vilt tú hava ávirkan á, hvat barn títt lærir í skúlanum, og hevur tú eina meining um, hvørji undirvísingaramboð skúlin skal brúka, og hvørjar fysiskar ábøtur skúlanum tørvar, so kanst tú stilla upp til skúlastýrisval 8. november í ár.
Allir sjálvstøðugir skúlar í Føroyum hava eitt skúlastýri, sum er mannað við umboðum fyri foreldrini, kommununa og (í størri skúlum) starvsfólkini. Skúlastýrini viðgera m.a. læringina og trivnaðin í skúlanum og skulu vegleiða skúlaleiðsluna og kommunustýrið.
Foreldur hava ein stóran leiklut í skúlagongdini hjá einstaka barninum. Tey eru við til at skapa tryggleika, trivnað og læring. Samskifti og samstarv millum skúla og heim hevur tí alstóran týdning, bæði fyri menningina hjá einstaka barninum og menningina hjá skúlanum sum heild.
Samstarvið fer fram í gerandissamskifti millum skúla og foreldur, men við foreldraumboðunum í skúlastýrinum kunnu foreldur eisini fáa beinleiðis ávirkan á, hvussu gerandisdagurin í skúlanum verður skipaður. Øll foreldur við foreldramyndugleika hjá børnum, sum eru skrivað inn í ein ávísan skúla, hava valrætt og valbæri.
Skúlastýrisvalið verður sum vanligt samstundis sum kommunuvalið, og foreldur at skúlabørnum fáa útflýggjað valseðil til skúlastýrisvalið saman við valseðlinum til kommunustýrið.
Vallistar verða lagdir fram í skúlunum í seinasta lagi 18. oktober. 25. oktober er seinasta freist at hava uppstillingarfundir á skúlunum. Og 1. november, sjey dagar fyri valdagin, verða uppstillingarlistarnir latnir formanninum í valnevndini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo