Javnaðarflokkurin: Løgtingið samtykti í morgun uppskotið frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu um at hækka mánaðarliga hámarkið upp í 30.000 kr. Upphæddin hevur annars verið 25.000 kr. í nærum 20 ár.
Við broytingunum verða umstøðurnar nýútbúgvin eisini betri barsil. Frameftir verður lestrarstuðulin eisini verður taldur við í útrokningargrundarlagið, sum barsilspeningurin verður roknaður eftir. Tað hevur við sær, at ný útbúgvin foreldur, ið møguliga ikki hava verið so nógv á arbeiðsmarknaðinum undir lestrinum, verða betri stillaði, tí útrokningargrundarlagið nú verður hægri.
Tað var eisini ein samd Rættarnevnd, sum tók undir við uppskotinum og mælti Løgtinginum at samtykkja tað. Í viðmerkingunum vísir nevndin á, at fyrsta tíðin við barninum hevur stóran týdning, og tí er tað gott, at vit hava eina góða barsilsskipan, har foreldur kunnu vera heima við nýfødda barninum og samstundis varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin.
Somuleiðis er breið politisk semja um at gera fleiri broytingar í barsilslógini í komandi tingsetu. Tá verða m.a. hesi evni tikin upp: betri sømdir til foreldur at tví- og fleirburum og ov tíðliga føddum børnum, minsta útgjald og fleksibilitetur, tá ið barsilsfarloyvið skal leggjast til rættis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo