Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Skúlin við Løgmannabreyt: Mikukvøldið 3. mai kl. 19.00 til 20.30 fer Erling Fles, sálarfrøðingur, at halda fyrilestur fyri foreldrum og avvarðandi at næmingum í Skúlanum við Løgmannabreyt. Heitið á fyrilestrinum er “Ung og rúsevni – what to do?”

Fyrilesturin er knýttur at árliga foreldrafundinum hjá skúlastýrinum, har m.a. ársfrágreiðingin hjá skúlastýrinum verður løgd fram.

Erling Fles, sálarfrøðingur, fer m.a. at greiða frá, hví nøkur ung byrja at taka rúsevni. Kunnu vit sum foreldur vera við til at fyribyrgja rúsevnismisnýtslu? Hvat skulu vit sum foreldur vera varug við, tá ið talan er um rúsevnismisnýtslu? Og eru rúsevni ein vaksandi trupulleiki í dag? Høvi verður eisini at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Skúlastýrið hevur valt at taka hetta evnið upp, tí javnan hoyra vit, at eftirspurningurin eftir rúsevnum er nógv vaksin í seinastuni, serliga millum tey heilt ungu.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo