Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Landsstýrið ætlar at leggja uppskot fram, ið skal gera tað lættari at forða dálking og smittuspjaðing tá alilaksur sleppur og endar í áum og vøtnum, og til óbótaligan skaða.

Tað var í fyrstu viku í desember 2017 at Bakkafrost hevði eitt óhapp í aliringi á Gulanum og 109.285 alilaksar sluppu, ið just høvdu fingið lúsabasingarevnið Slice - Emamektin Benzoate. Heilsufrøðiliga Starvsstovan mátti út við fráboðan, at tað ikki var loyvt at fiska sloppnan alilaks fyrr enn eftir 2.februar 2018. Og heldur ikki mátti fiskurin frystast og goymast til eftir 2.februar.

At Bakkafrost, ella Fiskaaling, ikki eru før fyri at viðurkenna, ella kanska ikki hava neyðugu vitan um hvussu villur laksur toyggjar sær, og slettis ikki alilaksur, gevur ábending, at vitanin um hetta fiskaslag er mangulfull.

Dagar eftir hendingina legði eg lesarabræv á miðlar okkara, og segði frá, at sloppna alilaksin hjá Bakkafrost komu vit at finna aftur á sumri 2018 í Leynará og í Saksun. Og so varð eisini.

Ja, dálkingin er ógvuslig frá alivinnuni. Firðir og sund eru steindeyð, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, tók til kring Lopransfjørð. Næst letur tað seg ikki gera at forða smittuspjaðing ella uppíbland til villa laksin, ið er minkaður niður í eina helvt í Norðurhøvum, og tætt við at koma á reyðlista fyri hótt djórasløg.

Hvussu ætlar landsstýrið at forða fyri at hýsa, toskur, upsi og onnur fiskasløg ikki eta heiluvágsviðgjørt fóður tá sonevnda "burðardygga" virkisætlan løgmans skal setast í verk?

Ella fólk skulu bara góðtaka at fiskur avreiddur í Vágsbotni ella til flakavirki hevur vandamikil og heilsuskaðilig evni í sær, ið stava frá alilaksafóðuri? Havumhvørvisdálkingin er, sum er, ógvuslig frá ídnaði á landi, brennistøðum, ruski, ið endar í sjónum, frá ovurtaðing frá alivinnuni og frá nýtslu av vandamiklum lúsabasingarevnum frá somu vinnu.

Alivinnan er IKKI burðardygg....hvussu víkir ella vendur. Ikki eingang lokaðar skipanir á landi eru fult burðardyggar...tí partur av fóðurinum, sum her hjá okkum, stavar frá niðurhøgdari frumskóg, næst frá ránsveiðu eftir pelagiskum fiski.

Aðrar neiligar avleiðingar standa í langari røð at verða nevndar, men kann tað passandi gerast til aðra grein um hvussu føroyingar á grovasta hátt misrøkja hjallin á sjónum.

https://kvf.fo/netvarp/sv/2018/11/12/20181112leynaraenndalkadavalilaksi

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo