Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Heimastýrislógin hevur nú 76 ár á baki. Hon hevur verið eitt haft um beinini hjá føroyska stríðnum fyri meiri sjálvræði, og harvið Fullveldi Føroyum.

Men Føroyar hava broytt seg síðani heimastýrislógin kom í gildi, eisini hvat viðvíkur fólkasamansetingini.

Og nú kann heimastýrislógin møguliga verða eitt haft um integrationina í Føroyum.

Integratión av útlendingum í føroyska samfelagið er ein samansett avbjóðing, sum er ávirkað av nógvum viðurskiftum, eitt nú málpolitikki. Sambært grein 11 í heimastýrislógini hevur danska málið eina týdningarmikla støðu í føroyska samfelagnum, sum áleggur útlendingum eina dupulta málsliga byrðu: tey skulu læra bæði føroyskt og danskt.

Hetta kann forða fyri góðari integratión, og skapa týðandi avbjóðingar fyri útlendingar, sum royna at gerast fult integreraðir og javnbjóðis borgarar í føroyska samfelagnum.

At læra eitt nýtt mál er í sær sjálvum ein krevjandi tilgongd, sum krevur tíð og støðuga venjing. Hjá útlendingum, sum seta búgv í Føroyum, er neyðugt at læra seg føroyskt fyri at kunna taka lut í gerandisdegnum, fáa arbeiði og at samskifta í føroyska samfelagnum. Men § 11 í heimastýrislógini krevur eisini, at tey skulu læra danskt. Hendan dupulta málbyrðan kann hjá summum vera ovurstór, og ræða nógv frá at kunna virka til fulnar í føroyska samfelagnum.

Møguleikarnir at læra føroyskt kunnu vera avmarkaðir, og av tí sama hava útlendingar ofta vantandi atgongd til vælvirkandi undirvísing í føroyskum. At skula savna seg um tvey mál, føroyskt og danskt, ger tað truplari at duga bæði tvey til fulnar. Hetta kann hava við sær, at tann málsligi førleikin ikki er nóg góður, og forðar harvið teirra sosialu og fíggjarligu integratión enn meira.

Við framburðs- og tjóðskaparkvøðu
Øssur Patursson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo