Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hagafelagið fegnast um, at politiskur meiriluti tykist vera fyri at tryggja fólkinum sjálvsagda rættin til fríska luft og náttúru.

Eitt uppskot er komið í Løgtingið um at tryggja fólki atgongd til náttúruna, og tað skilst, at eisini landsstýrið arbeiðir við einum uppskoti hesum viðvíkjandi.

Rættindini at ferðast í náttúruni hava okkara grannalond fyri langari tíð síðan fingið upp á pláss, og tað er upp á tíðina, at hesi rættindi verða lógartryggjaði í Føroyum.

Tí hvat er tað fyri eitt land, sum sýtir borgarunum atgongd til egna náttúru?

Hvat er tað fyri eitt land, sum krevur, at borgararnir mugu bidda seg til eitt loyvi fyri at kunna at traðka út um bøgarðarnar?

Hvat er tað fyri eitt land, sum loyvir skipanum, har borgararnir noyðast at taka Visa-kortið fram fyri at njóta frísku luftina og fuglaljóðið?

Hvat er tað fyri eitt land, vit vilja vera?

Ófrættakend rák
Rætturin at fara út í náttúruna hava føroyingar tikið sum eina sjálvfylgju, og ættarlið eftir ættarlið hava vit leitað okkum út í hagan, oman í fjørðuna og upp á fjallatindar.

Men seinastu árini hevur eitt nýtt, ófrættakent rák tikið seg upp, har ung sum gomul verða kravd eftir pengum, tá ið tey ætla sær út at njóta Føroya vøkru náttúru.

Ein variantur av nýggja rákinum er, at fólk nú skulu innheinta sær eitt loyvi, áðrenn tey kunnu setast við eitt vatn at njóta fuglasongin ella spáka sær ein seinnapartstúr niðan á sýnina.

Hetta kemur m.a. til sjóndar í heldur margháttligu herferðini hjá Óðalsfelagnum á sosialu miðlunum um dagarnar.

Ein herðferð, sum roynir at billa føroyingum inn, at náttúruoyðileggingin í føroysku høgunum stendst av, at fólk ikki spyrja um loyvi, áðrenn tey fara út í náttúruna.

Og avleiðingarnar eru øgiligar: Fólk stjala blómur, styggja fuglin, slíta lendið, traðka hegn niður, villast, liggja deyð í fjøllunum, elva til jarðriv, skriður, og at seyðurin fer upp í rak - umframt hópin av øðrum ákærum.

Leysir pástandir og ákærur
Vit vita øll, at tað altíð eru nøkur, sum ikki duga fólkaskikk – tað veri seg í haganum, ferðsluni og náttarlívinum. Vit vita eisini, at náttúran ikki tolir alt tað, sum vit menniskju bjóða henni.

Men tað er bæði óseriøst og ódámligt at tveita runt við leysum pástandum og ákærum um, at borgararnir nú skulu hava skyldina av, at føroyska náttúran forferst.

Serliga tá ið vit vita, at ein av týðandi orsøkunum til niðurbitið lendi, jarðriv, skriður, týning av plantum og eitt vikandi náttúrumargfeldi júst er mátin, sum bóndur sjálvir skipa landbúnaðin.

Loysnin á trupulleikunum í føroysku náttúruni er ikki fráboðanarskylda, gjaldsstøðir og atgongubann, sum ávísar kreftir royna at fyrigykla okkum.

Náttúruverndarlóg
Loysnin er at geva fólki eitt størri tilvit um náttúruna og at útvega betri lógarkarmar, sum verja hana.

Vit mugu tryggja fólkinum atgongd til náttúruna, so tey læra at virða og ansa eftir henni.

Vit mugu fyri alt í verðini ikki góðtaka ella gera skipanir, sum eru við til at fremmandagera okkum í egnum landi og sum reka okkara ungdóm úr náttúruni.

Ikki minni umráðandi er, at vit fáa eina náttúruverndarlóg, sum gevur myndugleikunum tíðarhóskandi og vitanargrundað amboð at verja okkara náttúruríkidømi.

Frælsi og vitan verja okkara náttúru – og ikki forboð og Visa-terminalar.

Hagafelag Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo