Svar upp á skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini nr. 52-080/2022 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um fartelefon í fólkaskúlanum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er ætlanin at skipa ein almennan telefonpolitikk í fólkaskúlanum í Føroyum?
2. Er fartelefonin ein avbjóðing fyri fólkaskúlan?
3. Er tað at hava felags reglur fyri nýtslu av fartelefonum í skúlunum í andsøgn við talgilda gerandisdagin?
Svar
Til 1: Skipanin higartil hevur verið, at tað eru skúlarnir sjálvir, sum gera mannagongdir í sambandi við fartelefonnýtslu hjá næmingunum í skúlatíðini. Í november 2018 var aðalorðaskifti um fólkaskúlan, har KT í skúlanum var ein partur í frágreiðingini til orðaskiftið. Viðvíkjandi fartelefonum var niðurstøðan, at hildið var, at frægasta loysnin var at lata tað vera upp til einstøku skúlarnar at orða politikk á økinum, av tí at eingin skúli og eingin støða eru eins. Hetta var eisini grundað á, at tað er skúlaleiðarin, sum hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna í skúlanum, og sum tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingum skúlans.
Tað er skúlastýrið í einstaka skúlanum, sum sambært § 53, stk. 5 í fólkaskúlalógini, ið ger atferðarreglur skúlans og reglur um umsjón við næmingunum í skúlatíðini. Hesar reglur verða gjørdar við støði í ásettum reglum, sum landsstýrismaðurin sambært § 60 í lógini hevur ásett um fyriskipanir til tess at fremja gott skil í skúlunum og umsjón við næmingunum í skúlatíðini. Reglurnar eru lýstar í kunngerð nr. 68 frá 9. juni 2010 um at fremja gott skil og umsjón við næmingunum í skúlatíðini.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur eftir fyrispurningi frá skúlunum um fartelefonnýtslu gjørt vegleiðandi reglur, har greitt verður frá, at skúlastýrið í einstaka skúlanum ger atferðarreglur skúlans, og at hetta eigur at verða gjørt í samráð við skúlaleiðaran, sum hevur dagligu ábyrgdina av næmingunum í skúlatíðini. Eisini er ásett í lógini, § 53, stk. 1, at skúlastýrið ásetur meginreglur um virksemi skúlans sambært uppskoti frá skúlaleiðaranum.
Viðvíkjandi fyrispurninginum um ætlanina at skipa ein almennan telefonpolitikk í fólkaskúlanum í Føroyum, so hava nógvir skúlar gjørt meginreglur á økinum. Barna- og útbúgvingarmálaráðið fer í næstum at lýsa vegleiðandi reglur um fartelefonir við tilvísing um, at neyðugt er, at allir skúlar hava ein politikk á økinum. Í øllum arbeiði at gera meginreglur í skúlunum er umráðandi, at námsfrøðiliga ráðið er partur av arbeiðinum, og at tey ungu verða tikin við upp á ráð. Verða tey ikki tikin við, er vandi fyri, at tey ikki virða galdandi reglur. Hetta er eisini í samsvari við Barnarættindasáttmálan, har ásett er, at børnini eiga at verða hoyrd í málum, sum viðvíkja teirra rættindum.
Til 2: Fyrispurningar í skúlunum vísa, at tað er ein stórur partur av næmingunum, sum hava fartelefon, og skúlar hava víst á, at hetta kann vera ein trupulleiki bæði í undirvísingini og fríkorterunum. Í nevndu frágreiðing til aðalorðaskifti í november 2018 varð m.a. víst á: “Eitt vandamál, ið lærarar bæði í fólkaskúla og á miðnámsøkinum ferð eftir ferð hava víst á, er, at næmingar gerast bundnir at teldu og serliga fartelefon. Hetta ger, at teir megna ikki at fylgja undirvísingini, men reika heldur á Facebook og øðrum sosialum miðlum ella spæla spøl mitt í undirvísingartíðini. Harumframt verður sæð í fólkaskúlanum, at næmingar heldur enn at spæla og røra seg í fríkorterinum, sita hvør í sínum lagi við hvør sínari telefon og spæla ella samskifta á sosialum miðlum”.
Eisini í kanning um happing og trivnað í fólkaskúlanum er víst á, at fartelefonir verða nýttar bæði til at senda boð og myndir.
Tó kann viðmerkjast, at hvørki Undirvísingarstýrið ella Nám hava gjørt nakrar ítøkiligar kanningar av, um fartelefonin er ein avbjóðing í fólkaskúlanum.
Til 3: Í august 2023 verður nýggj støðisnámsætlan sett í verk fyri fólkaskúla og miðnám. Henda ætlan, sum hevur verið til hoyringar hjá viðkomandi pørtum, kemur millum annað at innihalda hesa orðing:
Kt-førleikar og talgildisbúgving snúgva seg bæði um førleikar at brúka ítøkilig, viðkomandi kt-amboð og at skilja amboðini, og í hvørjum samanhangi tey skynsamt kunnu nýtast. Eisini snúgva kt-førleikar og talgildisbúgving seg um atferð á talgildum miðlum og keldukritiska viðgerð av talgildum tilfari.
Endamálið er at búgva næmingarnar til at vera virknar, sjálvstøðugar, kritiskar og fólkaræðisligar borgarar í einum talgildum samfelag.
Kt-førleikar og talgildisbúgving kunnu býtast í seks øki:
• Nýtsla
• Fatan og teldulig hugsan
• Metingarevni
• Samskifti og samstarv
• Leitan og viðgerð
• Skapan
Umráðandi er tí, at einstaki lærarin hevur frælsi og harvið møguleikan til at inndraga talgild amboð, sum kunnu verða til gagns fyri undirvísingina. Hetta er eisini galdandi fyri fartelefonina. Hóast fartelefonir kunnu vera eitt órógvandi element í undirvísingini, so kunnu tær eisini verða til gagns fyri læringina hjá næminginum, um nýtslan fer fram undir skipaðum viðurskiftum og við einum ávísum endamáli. Lærarin skal tí altíð gera eina meting út frá síni fakligu vitan, um fartelefonin ella onnur talgild amboð kunnu nýtast í einari ávísari undirvísingarstøðu.
Nógvir næmingar møta í stóran mun heiminum ígjøgnum fartelefonina í gerandisdegnum. Nýtslan ber tó í stóran mun brá av passivari og ókritiskari nýtslu. Tað er tí neyðugt at vísa næmingunum á fakligar mátar, at møta hesum heimi. Hetta kann eisini vera við til at menna teirra førleika at nýta fartelefonina skilagott. Tað er eisini á henda hátt at vit skapa líkindi fyri djúphugsni og venja teirra evni til sjálvstøðuga metan, eins og ásett í fólkaskúlalógin §2 stk. 2.
Talgildir førleikar og førleikar at skilja talgilda heimin koma ikki av sær sjálvum. Broytingarnar eru ofta skjótar og stórar, og tí er neyðugt at tryggja, at næmingarnir støðugt menna sína fatan og síni metingarevni í sambandi við talgilda heimin. Teldan og fartelefonin eru hvørt sítt amboð, sum kunnu hvørt sítt. Tað er tí ymiskt, hvussu talgildi heimurin verður møttur við hesum báðum amboðunum. Tí er neyðugt, at næmingar fata og nýta bæði amboðini væl, um tey skulu búgvast til tað samfelag, tey eru partur av.
Samanumtikið meti eg ikki, at forboð fyri nýtslu av fartelefonum í skúlanum er vegurin fram, tí hetta er í andsøgn við talgildisbúgvingina og búgving annars í skúlans høpi sambært endamálsorðing fólkaskúlans. Hinvegin er onki til hindurs fyri at seta reglur fyri nýtslu av fartelefonum.
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo