Janus á Húsagarði hevur framsýning í Spaniastovu allan juli.
Fernisering verður mikudagin 3. juli kl 17.
Framsýningin verður opin allar yrkadagar (uttan hósdag) og leygardagar fram til 3.august.
Um myndaevni
Talan er um eina fólksliga og barnavinarliga framsýning. Myndaevnini eru smáar løtur - ein kann vera heppin at síggja - úti í føroysku náttúruni, um ein hevur eyguni við sær: Tveir fiskar sum fáa eyga á hvønn annan ella ein fuglur, sum fortelur einum trølli eitthvørt. Myndirnar síggja ofta út sum um tær hoyra til eina søgu, men so er ikki. Søguna má ein sjálvur evna til.
Fjølbroyttur lsitamaður
Janus er 43 ár. Hann hevur teknað og málað síðani hann var smádrongur. Hann hevur áður havt framsýningar í Føroyum, Íslandi og Danmark.
Janus hevur teknað barnabøkur sum Mosamollis og Mosalisa, Veiða vind, Dunnungin pu, Tann klóka æðan, Drongurin sum gloymdi hvussu man spælir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo