KVF: Í kvøld verður fyrsti av fýra pørtum av sendirøðini Fólksins Rødd. Parturin er longu tøkur á netinum og sæst her:
https://kvf.fo/folksins-rodd?sid=182832
Fólksins Rødd er ein røð, sum lýsir gerandisdagin og tankarnar hjá vanliga føroyinginum.
Fýra útvaldir føroyingar siga í hvørjari sending sína hugsan um eitt aktuelt evni.
Evnið í fyrsta parti er valstríðið í USA.
Teir fimm luttakandi eru hesi:
Bjørg av Rana Nitschke, jarðarmóður í Trongisvági, Sigmundur Mørkøre, kt-fólk í Havn, Edvard í Skorðini Joensen, pensjóneraður journalistur í Sandavági, Helen á Lakjuni, sjúkrarøktarfrøðingur úr Fuglafirði og Gunnar Hjelm, ambulansuførari ávegis til Fuglafjarðar at búgva.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo