Hóskvøldið trína seks nýggj andlit á skíggjan í sendingini Fólksins Rødd, sum lýsir gerandisdagin og tankarnar hjá vanliga føroyinginum.
Fólksins Rødd er aftur á skrá í sjónvaprinum. Sendirøðin, sum fyrstu ferð varð send fyri 15 árum síðani, verður hesaferð í fýra pørtum.
Røðin gevur innlit í ein part av gerandisdegnum hjá føroyingum kring landið. Harumframt siga luttakararnir sína hugsan um eitt evni til hvørja sending.
Fyrsta evnið er veðrið.
Seks luttakarar eru við hesaferð:
Steinvør Fonn, úr Klaksvík, skrivstovukvinna í Fonn flog, 53 ár.
Jákup Andreas Funn Joensen, 36 ára gamal, kvívíkingur búsitandi í Vestmanna, maskinsmiður á Sundsverkinum hjá SEV.
Oddvá Nattestad, pensjónistur, 75 ár, úr Gøtu búsitandi í Havn,
Jákup á Borg, 44 ár,úr Havn, fótbóltsvenjari og sjálvstøðugt vinnurekandi
Kristian Jacobsen, 20 ár, úr Runavík, í læru sum vevari og ymiskt fyrifallandi arbeiði innan sangmentan
Jón Rói Høgnesen, 18 ár, úr Norðagøtu, miðnámsskúlanæmingur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo