Reinsaríið í Tórsgøtu: Fríggjadagin fer Fólksins fyri fyrstu ferð av bakkastokki. Fólksins er fólkafundurin, sum Reinsaríið í Tórsgøtu skipar fyri.
Áhugin at luttaka hevur verið góður, tí eini 20 innsløg verða fríggja- og leygardagin í Reinsarínum og Perluni.
Byrjað verður við fyrsta innslagnum fríggjadagin kl 17.30 og seinasta innslagið endar leygarkvøldið kl. 22.30.
Mangt gott og fjøltáttað er á skránni. Sum dømi kann nevnast, at fríggjakvøldið hevur Kristina Háfoss eina framløgu um, hvussu loysingin skal fíggjast. Sálarheilsa og -sjúka á er eisini á breddannum fríggjakvøldið, tá Sosialistisk Ung fara viðgerða evnið ung og sálarsjúka og Sinnisbati setur sjóneykuna á, hví alsamt fleiri fáa sálarligar sjúkur og avbjóðingar.
Leygardagin hevur SamFelagið, ið er áhugafelagið hjá samfelagsfrøðingum, eitt kjak við heitinum “Tín meining - ein avbjóðing fyri fólkaræðið?” har kjakast verður um, hvussu sjálvtilgjørdar veruleikamyndir - har vit velja vitan og fakta frá og til, soleiðis tað hóskar okkum best – kunnu skapa avbjóðingar fyri okkara samfelag og fólkaræðið. Seinni á kvøldinum hevur Sjúrður Skaale eina framløgu, sum hann kallar “Um Trump var løgmaður Føroya.”
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo