Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fólkið í Føroyum hevur longu biðið um heimafrið undan órímiligum gangi frá skipum í órímiliga langa tíð. Tí má ein eftirmeting gerast beinanvegin.

Kommunufelagið reypar sær av at hava gjørt 273 mátingar í fjørð heyst. Heimafriður kann vísa á, at minst líka nógvar mátingar longu er gjørdar langt frammanundan, at kommunufelagið nakrantíð fór í holt við at stoypa tann djúpa tallerkin umaftur.

Allar hesar ljóðmátingar, í árunum frá 2006 - 2022, sum eru gjørdar eftir forskriftunum, eru skjalfestar og handaðar Umhvørvisstovuni, sum er vitandi um mátingarnar. Eisini hevur Steingrund Akustikk gjørt fleiri stakmátingar og langtíðarmátingar um alt landið. Mátingarnar tekna eina klokkuklára mynd av, hvørji skip eru ein trupulleiki, og tískil átti tað verið lætt, at farið málrættað eftir at dempa hesi skip.

Kommunufelagið sigur eisini í tíðindaskrivinum, at tað er umráðandi at fólk boða frá, tá tey føla ampar frá skipum. Men, júst hetta hava fólk jú gjørt í fleiri ár. Tey hava kært sína neyð og fleiri teirra skrivligt. Kommunurnar hava skjalprógvað avrit av klagum liggjandi, og eiga hesar klagur at tekna eina mynd av, hvørji skip eru ein trupulleiki og tí eigur málið nú at verða loyst, uttan tað skal vera neyðugt, at fólk verða fyri órímiliga gangininum enn einaferð.

Vitannina og skjlaprógvanina um óljóðið, hava mynduglekarnir liggjandi, bæði í form av klagum og ljóðmátingum!

Tað eigur ikki at vera neyðugt, at hvørt einstakt skip, hereftir skal kannast, tí trupulleikin eigur at hava verið loystur í gjár! Fólk hava longu verið ígjørgnum órímiligan ágang, og tað átti at verið miðjað ímóti,  at tey ikki aftur skulu útsetast fyri tí sama, aftur og aftur og aftur…

Felagið heitir tí enn einaferð staðiliga á myndugleikarnir um at brúka klagurnar og ljóðmátingarnar, sum tey longu hava, í arbeiðinum um at basa larmin frá skipunum, fyri at forða fyri at fólk framhaldandi vera útsett fyri hesum sama ferð aftaná ferð.

Sambært Kommunufelagnum kunnu havnirnar, eftir reglugerðini, gera mátingar, ”tá ið tær meta tað hóskandi”. Í og við, at tað er eitt samstarv kommunurnar millum, er fatanin av, nær tað er hóskandi og hvussu álvarsamt havnirnar (kommunurnar) í hvør sínum lagi taka sær av málinum, órímiliga ymiskt.

Klaksvíkar Kommuna eigur einki rós uppiborðið. Tað tykist sum um, at Klaksvíkar kommuna ikki tekur reglugerðina í álvara. Í øllum førum tekur kommunan hvørki felagið ella sínar egnu borgarar í álvara.

Klagur verða sendar Klaksvíkar Kommunu, sum síðani sendur klagurnar víðari til Eirikur í Jákupstovu, sum ongantíð svarar, fráboðar ella ger nakað við málið. Hann letst ikki um vón. Felagið hevur ta fatan at borgarar í Klaksvíkar kommunu føla seg alts ikki tikin í álvara, og tað er ein trupulleiki, tá kommunala reglugerðin jú skal eitast fyri at vera ein samtykt reglugerð og eitt samstarv kommunurnar ímillum.

Vit hava eisini dømi frá Tórshavnar havn, sum fyri stuttum staðfesti, at ljóðmátingarnar av skipi í Kollafirði vóru ov høgar, sambært núverandi galdandi reglugerð. Tá spurt varð um, hvat Tórshavnar havn síðani fór at gera við konkreta málið, var aftursvarið, at teir skuldu meta um, hvørt teir skuldu fráboða skipinum um mátingarnar. 

Skipið varð liggjandi í meira enn 14 dagar eftir, at mátingin varð gjørd. Í hesum tíðarskeiðinum komu upp til fleiri klagur til felagið, Tórshavnar Havn og Tórshavnar kommunu óavhangugt av hvørjum øðrum. Eisini kom klaga, eftir at skipið var farið, har borgari lýsti støðuna, tíðina við hesum skipinum við bryggju. Borgarin segði, at hetta tíðarskeiðið hevði gingið útyvir sálarheilsuna í húskinum. Eisini vóru børnini nógv ávirkað.

Fólkið merkir als ikki ikki ”munagóðu” batarnar , sum  Kommunufelagið sigur seg hava við basing av óljóði frá skipum.

Felagið Heimafriður er klárt til eina eftirmeting av kommunalu reglugerðini og heldur, at hetta átti at verið gjørt umgangandi.

Trina Elttør Eysturoy
Forkvinna
Tlf. 271807

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo