Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í 2013 var heildrætlan fyri fólkavøkstur og fráflytning gjørd. Støðan var tá, at føroyingar valdu Føroyar frá í stórum tali, ja tað var veruliga talan um eitt EXIT FØROYAR. Eftir heildarætlanina vóru fleiri átøk framd, sum rættaðu upp uppá støðuna, og sitandi samgonga hevur eisini arbeitt við fleiri av tilmælunum, og enn eru fleiri eftir at fremja. Vit hava enn ikki eitt nýttEXIT Føroyar í dag, men tað eru nøkur vandatøkin at síggja, sum eru nakað øðrvísi enn í 2013, men ikki minnið avbjóðandi, og tað er fallandi burðaravlopið í Føroyum. Tí eiga vit at eftirmeta støðuna, um tað ikki eru onnur tiltøk, vit nú eiga at seta frammaliga.

Vit hava eina stóra demografiska avbjóðing, har vit fáa fleiri eldri og færri børn, og harvið færri at forsyrgja einum støðugum vaksandi bólki av eldri fólkum. Einasta loysnin sýnist at vera frá búskaparfrøðingum, at vit bara skulu hækka pensjónsaldurin, ja heilt upp í 74 ár, uttan at taka hædd fyri avbjóðingarnar í hinum endanum, sum er fallandi burðaravlopið. Hetta er ikki gott nokk.

Sambært Hagstovuni so er burðaravlopið søguliga lágt (burðaravlopið t.e. munurin millum talið av deyðum og føddum). Meðan talið var 300 í 2004 var tað 161 í 2022. Tað merkir, at vit føða alsamt færri børn í Føroyum. Føroyskar kvinnur hava í mong ár ligið ovarliga í Evorpa við at føða flest børn, men hendan gongdin er vend. Lat tað vera sligið fast, føroyska kvinnan hevur allan rætt til at velja sína lívsleið, og hvussu hon velur at skipa sítt egna lív, hesum havi eg fult álið á, at hon er frægast at taka avgerð um sjálv. Men eru tað umstøður, sum ger, at føroyskan kvinnan og føroyska familjan velur børnini frá, tí uttaru umstøðurnar ikki eru nóg góðar, so hava vit skyldu til sum politisk skipan at traðka til beinanvegin til tess at bøta um hesi viðurskift. At vit áhaldandi hava fólkavøkstur, at vit fáa fleiri børn enn vit gerast gomul er umráðandi, soleiðis at vit hava eina demografiska javnvág millum ættarliðini. Hetta tryggjar menniskjaliga haldførið, hetta tryggjar búskaparliga haldførið og hetta er við at tryggja búskaparvøkstur.

Barnapolitikkur
Vit eiga at stinga út í kortið ein barnapolitikk, sum skapar størst møguliga tryggleika rundan um familjurnar. Tað má ongantíð koma fyri, at tað eru viðurskifti, sum beinleiðis forða familjunum at fáa børn. Tað eru ein røð av tingum, sum bæði land og kommunu kunnu gera, sum samstundis sum eisini beinir forðingar burtur.

Fyrsta fortreytin fyri tryggleika hjá familjunum er at hava eitt tak yvir høvdið, at býlisviðurskiftini eru trygg og góð og til ein sámuligan prís. Vit eiga tí at seta meiri ambitiøs mál at byggja bústaðir um árið, t,d 600 íbúðír /bústaðir sum verða býttir í einum lutfalli millum høvuðsstaðin og bygdirnar.

Somuleiðis eiga vit at tora at taka kjakið um beinleiðis stuðul til barnafamiljurnar, eitt nú at innføra ein barnakekk pr barn, eins og tað varð gjørt í 1990 unum. Við barnakekkinum hækkaði barnatalið munandi í 1990 ununum. Nakað sama sóu vit eisini, tá ið systkinaavslátturin varð settur í verk í Tórshavnar kommunu, at hetta hevði eina jaliga ávirkan á barnatalið.

Barsilsskipanin eigur somuleiðis at verða endurskoðað, soleiðis at vit tryggja okkum, at tað ikki er orsakað einari skeiklari barsilsskipan, at familjur velja børnini frá.

Aðrar bygnaðarligar forðingar eru eisini, at tá ið børnini verða sett í verðina, er tað trupult at fáa børn ansaði. Her mugu kommunurnar, serliga Tórshavnar kommuna veita ansingartrygd. At foreldur ikki tora at seta børn í verðina, tí hetta gongur út yvir fíggjarstøðuna hjá teimum, er heldur ikki gott nokk. Spurningurin er um tíðin ikki er komin til at, at tað eigur at vera ein kommunal uppgáva burturav at gjalda fyri børnini í vøggustovu og barnagarði í kommununi, og at kommunan borgar fyri góðari dygd og trygd á stovnunum, so barnið hevur góðar umstøður , tá barnið fer á stovn. Hetta mátti verið ein av teimum góðu og stóru kjarnuuppgávunum hjá kommununum. At hetta krevur betri normeringar og betri útbúgvið starvfólk er litil ivi um, og má landið í størri mun tryggja at vit fáa fleiri útbúnir námsfrøðingar, bæði bachelorar og proessionsbachelorar (meritútbúgvingar)

Okkara ungdómur
Somu avbjóðingar hava vit millum okkara ungu. Tað fara áleið 40 % av okkara ungdómi av landinum, tí tað ikki nóg lokkandi at útbúgva seg í Føroyum, ella tí at útbúgvingin, tey ynskja at taka ikki ber til at taka í Føroyum. Hetta er ikki ein nýggj avbjóðing. Somuleiðis vísir ein kanning frá Glasir, at heili 60 % ætlaðu sær at fara av landinum at lesa. Hetta eru viðurskifti, vit mugu broyta. Ikki tí, at vit skulu halda okkara ungdómi í einum haft, men tryggja okkum, at tey festa røtur í Føroyum, og at vit geva teimum orsøkir at koma aftur til Føroyar:

 

Give the ones you love

Wings to fly,

Roots to come back

And reasons to stay

Soleiðis segði Dalai Lama, og eru hesi orðini so rámandi og góð. Vit missa ikki bara tey ungu, vit missa heil ættarlið, sum annars kundu verið við til at menna samfelagsliga kjakið, um hvussu vit betur kunnu innrætta okkum sum samfelag. Fróðskaparetrið er ein lykil í øllum hesum. Vit eru væl áveg at fáa bygt eitt nýtt Fróðskaparsetur, tilgongdin at fáa Fróðskaparsetrið altjóða góðkent sambært Bologne avtaluni er eisini ávegis og førleikakarmurn er samtyktur í løgtinginum. Hetta er alt sera gott, og ein liður í at bøta um viðurskiftini. Vit kunnu ikki bjóða allar útbúgvingar út á Setrinum, men fáa vit í lag eina skipan við skiftisnæmingum, har okkara ungdómur kann leita sær aðra staðnis at lesa í eitt tíðarskeið (Erasmus skipanin), so hevði hetta bøtt munandi um áhugan fyri at lesa á Fróðskaparsetrinum, umframt at vit eisini fáa útlendsk lesandi hendanvegin.

Um dagarnar var rektarin á Fróðskaparsetrinum í miðlunum um, at vit eiga hava møguleikan fyri at taka stytri útbúgvingar á Setrinum eitt nú innnan námsfrøði. Hesum eiga vit at heilsa vælkomið, tí ístaðin fyri at styrkja útbúgvingarskipanir aðra staðni og senda okkara lesandi uttanlands, eiga vit at átaka okkum hesar uppgávur sjálvi- Hendan útbúgvingin skal ikki erstatta bachelor útbúgvingina í námsfrøði, men setast soleiðis saman at tú kanst byggja omaná hana um so er, at áhugi er til tess.

At vit fáa bygt eitt nýtt kampus við hartil hoyrandi lestraríbúðum er somuleiðis sera umráðandi at fáa raðfest. Nógv ung høvdu uttan iva valt at lisið í Føroyum, um tey høvdu møguleika at fóta sær sjálvum í egnari íbúð, tí hetta er eisini ein partur av menningartilgongdini hjá tí einstaka menniskjanum at gerast sjálvstøðug, og ikki minst sleppa at vera í einum umhvørvi saman við øðrum lesandi.

Samgongan hevur á utbúgvingarøkinum og á sosial økinum framt nógv góð mál, men avbjóðingin liggur serliga á demografisku avbjóðingini við fólkatalinum, og her mugu tøk takast til at venda gongdini. Fáa vit ikki fólkavøkstur, fáa vit heldur ikki búskaparvøkstur - hesi hanga óloysiliga saman, og eru við til at byggja okkara tjóð.

Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo