Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fólkaskúlarnir hava fyrr í mánaðinum fingið boð um, at skúlagongdin byrjar sum ætlað 18. august. Støðan við koronusmittuni broytist støðugt, og politiski- og heilsufakligi myndugleikin fylgja neyvt við gongdini.

Uttanríks- og mentamálaráðið hevur tikið stig til at manna ein heilsufakligan ráðgevandi bólk, ið kann viðgera støðuna og ráðgeva landsstýrismanninum. Um vikuskiftið er spurningurin umrøddur, um broytingar skulu gerast við skúlaársbyrjan.

Sum fráboðað, so byrja allir fólkaskúlar aftur týsdagin 18. august. Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur tó eftir tilráðing frá ráðgevandi bólkinum tikið avgerð um, at ávísar tillagingar skulu setast í verk í Tórshavn hesa fyrstu vikuna. Hetta inniber, at í stóru skúlunum í Tórshavn skulu næmingar í forskúlanum og næmingar í 1. til 5. flokki møta sum vanligt, meðan næmingar í 6. til 10. flokki (Námx) byrja skúlagongdina 24. august. Skúlarnir, talan er um, eru:

  • Skúlin við Løgmannabreyt

  • Hoyvíkar skúli

  • Eysturskúlin

  • Skúlin á Argjahamri

  • Sankta Frants skúli

  • Skúlin á Fløtum

Støðan aðrastaðni í landinum hevur eisini verið til viðgerðar, men her verður ikki mett, at serlig tiltøk skulu setast í verk í sambandi við skúlaársbyrjan.

Høvuðsgrundgevingin fyri hesi avgerð í Tórshavn er smittustøðan í økinum og at minka um sannlíkindini fyri øktari smittuspjaðing, soleiðis at rætta gongdin í løtuni ikki vendir.

Allar skúlaleiðslur í landinum hava saman við starvsfólkum sínum skipað soleiðis fyri, at alt kann virka so trygt og gott sum gjørligt, nú skúlaárið byrjar.

Siðvenja er, at foreldur fylgja børnunum í skúla fyrsta skúladag, og fara skúlarnir at fyriskipa soleiðis, at hetta eisini kann verða gjørt í ár. Umráðandi er sjálvandi, at hetta verður gjørt á koronutryggan hátt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo