Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Í dag, 24. mai 2023, var tilmæli um broytingar í fólkaskúlalógini handað landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen. Tilmælið viðger grundleggjandi viðurskifti í okkara fólkaskúlaskipan við atliti at næmingatalinum í flokkunum, tíma- og lærugreinaskipanini, tvílæraraskipanini við denti á samlæring, longdina á skúladegnum, at skipa ein fjølbroyttan skúladag og undirvísing og frælsið hjá skúlunum at leggja til rættis.

Tað eru í ár 25 ár síðani, at galdandi fólkaskúlalóg varð sett í gildi.  Ávísar broytingar og tillagingar eru gjørdar hesi árini m.a. við atliti at sertilboðum, landsroyndum, øktum tímatali og einstøk lærugrein er løgd afturat. Sjálv skipanin er tó lítið broytt, har tað í mestan mun er lagt afturat bókligu  undirvísingini hjá næmingunum. Tað er sjálvsagt umráðandi, at fólkaskúlin veitir næmingunum eina dygdargóða fakliga undirvísing, men næmingarnir hava samstundis tørv á einum fjølbroyttum skúladegi, har teir eisini hava møguleika at royna og menna sínar handaligu og skapandi førleikar og royna ymsar arbeiðshættir. Ein broyting í skipanini varð tó gjørd í 2019, har skúlarnir fingu møguleika at flyta 2 tímar í hvørjum flokki til at menna lærugreinir innan handaverk og list, vallærugreinir í framhaldsdeildini ella seta inn í flokkum við øktum læraratímum, men hetta var tó avmarkað til ávísar lærugreinir.

Arbeiðsbólkurin hevur í sínari viðgerð lagt dent á, at karmarnir í fólkaskúlanum verða skipaðir soleiðis, at fólkaskúlin í øllum sínum virksemi skal hava umstøður og førleika at taka atlit at trivnaði og læring hjá tí einstaka við tí sjónarmiði, at læring og trivnaður óloysiliga hanga saman. Lærararnir skulu røkka einstaka næminginum, samstundis sum vit skapa rúm fyri einari fjøltáttaðari undirvísing. 

Floksstødd, tvílæraraskipan og ein fjølbroytt undirvísing eru grundleggjandi fortreytir fyri at skapa læring, trivnað og tær góðu relatiónirnar í flokkinum, har lærarar hava tíð til einstaka næmingin, so at næmingarnir kenna seg bæði sæddar og hoyrdar. Tað er umráðandi, at fyriskipanirnar í fólkaskúlanum taka hædd fyri hesum, so at næmingarnir uppliva, at læringin bæði er spennandi og viðkomandi, og atlit verða tikin at førleikum, tørvi og evnum hjá tí einstaka. 

Í álitinum eru 18 tilmæli, har høvuðstilmælini eru at lækka floksstøddina, at menna tvílæraraskipanina og at umskipa tíma- og lærugreinabýtið, soleiðis at skúlin í størri mun fær sett inn og lagt til rættis í mun til tørvin í einstaka flokkinum. Áherðsla er samstundis løgd á førleikamenning, sum er ein fyritreyt fyri, at skúlin bæði kann skipa samlæring og eina fjølbroytta undirvísing, har dentur verður lagdur á bæði bókligu, handaligu og skapandi lærugreinarnar, umframt fjølbroyttar arbeiðshættir. Umráðandi er at skúlin í sínari ráðlegging  av undirvísingini í hvørjum flokki bæði tekur hædd fyri trivnaði og einari fjølbroyttari undirvísing.  

Tey, sum hava mannað arbeiðsbólkin eru: Vagn Foldbo, Harriet Hansen, Janus Vang, Erla Olsen,  Janus Haraldsen, Eyðdis Eidesgaard, Jacob Eli Olsen, Rannvá Joensen, Eyðun Gaard, Høgni V. Warberg, og Jenny Lydersen, forkvinna.

Álitið kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo