Hagstovan: Í fyrsta ársfjórðingi í ár vóru fólkanæturnar á føroysku gistingarhúsunum nærum 31.800 tilsamans. Tað eru gott og væl 300 fólkanætur fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, ið svarar til ein vøkstur á 1 prosent. Kamarsnæturnar vóru knapt 20.800 í tali, ið svarar til eitt nýtslustig á 31 prosent. Eitt skifti sæst í hvaðani tey gistandi komu frá.
Fólkanætur telja hvussu nógv fólk gista og hvussu leingi. Um 1 fólk gistir 3 nætur, ella um 3 fólk gista 1 nátt, er talan í báðum førum um 3 fólkanætur tilsamans.
Í fyrsta ársfjórðingi í ár vóru fólkanæturnar 31.785 tilsamans á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru gott og væl 300 fólkanætur fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, ið svarar til ein vøkstur á 1 prosent. Í miðal vóru um 10.600 fólkanætur um mánaðin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo