Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsustýrið: Fyrrverandi Fólkaheilsustýrið eitur nú Heilsustýrið. Navnabroytingin hendir í sambandi við, at Løgtingið samtykti uppskot um nýggja ílegulóg hin 15. mai. Nýggja Ílegulógin, sum varð lýst í kunngerð í gjár, loysir av gomlu Ílegulógina frá 2005.

Endamálið við lógini er, eins og við undanfarnu lóg, serliga at tryggja rættindini hjá teimum, hvørs vevnaður og dátur verða brúkt til gransking. 

Umframt navnabroytingina er ein av høvuðsbroytingunum, at eitt nýtt økið er felt inn í lógina: ein sonevnd genomskrá, sum Heilsustýrið skal menna og umsita. Genomskráin inniheldur ílegudátur og úrslit av ílegukanningum, sum verða goymd til gransking og persónlagað medisin. FarGen er partur av nýggju genomskránni hjá Heilsustýrinum.

Fólkaheilsustýrið fór at virka 1. jan. 2023, tá virksemið hjá Ílegusavninum, Fólkaheilsuráðnum og lutvíst Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu varð savnað. Í Heilsustýrinum starvast í løtuni 19 fólk, og stjóri er Bjarni á Steig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo