Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fólkaheilsuráðið: Ársins fólkaheilsuráðstevna undir heitinum “Fólkaheilsa fyri øll”  verður fríggjadagin 20. oktober kl. 13.00 - 16.30 í Norðurlandahúsinum.

Hesaferð verður dentur lagdur á sálarliga heilsu í breiðum høpi. Sálarlig heilsa er eitt viðkomandi evni, tí sálarlig heilsa hevur eins stóran týdning sum likamlig heilsa, og tað ber til at betra um og ávirka sálarligu heilsustøðuna hjá føroyingum bæði á einstaklinga-, bólka- og samfelagsstigi.

Á skránni verða millum annað áhugaverdir fyrilestrar um gerandis hetjur og sjálvboðið hjálpararbeiði, um sálarliga heilsu og sosial viðurskifti, um verkætlanina “ABC fyri sálarliga heilsu” og um avbjóðingarnar á sálarliga heilsuøkinum í Føroyum.

Millum fyrilestrarhaldararnar verða millum annað Matt Langdon, stovnari av “Hero Construction Company”, Knud Juel, Professari  Emeritus, og Tóra Petersen PhD í sálarfrøði. Harafturat verður ársins Fólkaheilsuvirðisløn handað.

Síðsta ár var áhugin fyri hesi ráðstevnu so stórur, at ráðstevnan var fullteknað beinanvegin og tíverri vóru tað nógv, sum ikki sluppu við til ta sera áhugaverdu ráðstevnuna, har spírar vórðu settir niður, sum vit enn heysta ágóða av. Fyri at tryggja, at tað ikki skal vera soleiðis aftur í ár, hava vit valt, at hava ráðstevnuna í Høllini í Norðurlandahúsinum, sum rúmar dupult so nógvum luttakarum, og vit vón, at øll, sum ynskja at luttaka, sleppa til ráðstevnuna.

Tiltakið er ókeypis, er fyri øll og tað ber til at melda seg til ráðstevnuna niðanfyri.

Melda til Fólkaheilsuráðstevnuna 2017

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo