Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ein pakki av bíligastu vesirullunum kostaði fyri tveimum árum síðan 16,95. Nú lýsa handlar við, at sama vesipappír kostar 27,95. Einans.

Ja, gerandisvørur eru dýrari enn nakrantíð. Og einki bendir á, at prísurin fer niður. Hetta hóast inflasjónin lækkar.

Sambært landsbankanum brúka vit eins nógv og undanfarnu árini, men vit fáa munandi minni fyri peningin.

Lagnan hjá lágløntum fólkum er tíverri, at tey sjáldan fáa lut í tí, sum verður rópt "góðar tíðir". Aftur hesaferð hava tey lágløntu hitt strævnasta lívið.

Summi fáa snøgt sagt ikki endarnar at røkka. Skulu politisk ábyrgdarfólk, sum enn fara mett í song, bara venda rygg og lata sum um, at hetta ikki er teirra trupulleiki?

Politikarar mugu síggja í eyguni, at lønarhækkingar verða etnar upp av hækkandi prísum. Av tí sama hava vanlig fólk færri krónur at brúka til gerandisvørur. Sum forkvinna í einum av størstu fakfeløgum landsins veit eg, at hjá summum limum sansar at.

Hetta er óvirðiligt. Føroyar eru millum heimsins ríkastu lond, og allir vaksnir borgarar í landinum hava valrætt, bæði teir borgarar, ið sita við búgvið borð, og hinir, ið mugu venda hvørjari krónu.

Eg meini, at einstaki politikarin eigur at vísa ábyrgd fyri øllum teimum, sum við sínum krossi hava givið politikaranum hansara livibreyð.

Men tíverri tykist tað sum, at tað bara tognar millum løgtingsfólk og vanligar løntakarar. Tey kosnu hava mist sambandið við veruleikan.

Orðini av røðarapallinum í tinginum snúgva seg ofta um at liva heilsugott; altso politiska skipanin brúkar orku at eggja borgarum til at eta sunt.

Í so máta lekur illa millum teori og praksis. Til dømis eru tær vistfrøðiligu vørurnar nógv dýrari enn vanligar vørur. Hjá mongum snýr tað seg um at sleppa mett í song og ikki so nógv um, hvørt tað er heilsugott, ið etið verður.

Er stundin ikki komin til at endurstovna eitt praktiskt príseftirlit heldur enn at brúka tíð og pengar til teori um fólkaheilsu?

Tit ráðandi, hyggið upp!

Stingið fingurin í jørðina.

Varnist, hvat fer fram uttan fyri vindeygað:

"Av flakavirkinum koma tey. Mødd av stríði og rópum. Men undan hondum teirra liggja stakkar av frískum flaki. So tú fært ein bita, tá tú ert svangur."

(úr yrkingini "Til Boga og allar nýføðingar í verðini")

Mary Antonsdóttir,
forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo