Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Veðurlagsbroytingarnar gerast alsamt sjónligari og fáa alsamt størri ávirkan á heimssamfelagið, plantur, djór og okkum menniskju.

Lívfrøðiliga margfeldið er hótt, veiða av fiski og fugli er ikki altíð burðardygg, aling dálkar okkum firðirnar, føroyska útlátið av vakstrarhúsgassum er enn í øking, og hvørt ár endar ein rúgva av plasti í føroysku náttúruni. Hetta eru nakrir av teimum átroðkandi umhvørvistrupulleikunum í dag.

Saman gera vit mun í mun til umhvørvisvernd og veðurlagsbroytingar!

Men til tess krevst, at vit velja fólk at umboða okkum, ið veruliga ynskja at taka hond um hesar átroðkandi umhvørvistrupulleikar. Tí er tað altavgerandi, at komandi løgtingsfólk taka umhvørviskreppurnar í álvara og gera neyðugu átøkini fyri at basa teimum.

Vit bjóða tí til fólkafund í Viðarlundini í Havn, 24. august kl. 16, har møguleiki verður at hoyra megnar røður og tónleik. Tað er har sum pisurøðurnar plaga at verða hildnar.

Vit bjóða eisini kaffi og te og heita á fólk um at hava egnan kopp við.

Rani Nolsøe og Silja Johannesen fara at spæla nøkur løg og røðararnir eru:
Magnus Gaard, lívfrøðingur
Guðrun Zachariasen, lækni
Katrin Petersen, Veltan
Jógvan D. Hansen, heimspekingur
Hjálmar Hátún, havfrøðingur

Við vón um ein góðan og gevandi fólkafund og eitt umhvørvisgott løgtingsval

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Føroya Fuglafrøðifelag og Ringrás

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo