Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fólkaflokkurin: Samgongan hevur ikki nakra loysn við veiðiloyvunum. Hetta skapar ótryggleika, tí vinnan fær ikki lagt sítt virksemi til rættis.

- Tí hava vit í Fólkaflokkinum lagt uppskot fram um at leingja gildistíðina.

- Tað er neyðugt, at fiskivinnan hevur støðugar og greiðar karmar at virka undir, sigur Fólkaflokkurin millum annað í viðmerkingunum til uppskotið.

- Verandi landsstýri hevur ikki valt at leingja veiðiloyvini, síðan tað tók við. Tey hava tosað um ymsar ætlanir, men enn er onki framt.

- So leingi ongin onnur loysn við veiðiloyvum er, so eiga tey at verða longd, so vinnan veit, hvat hon hevur at arbeiða við, og fær lagt sítt virksemi til rættis.

- Vit sóu hvat hendi, tá loyvini blivu uppsøgd, og man ikki kom við aðrari loysn beinanvegin. Allar nýíløgur blivu steðgaðar - tað má ikki henda aftur.

- Tí velur Fólkaflokkurin at halda fast í 12 ára loyvir, ið undanfarna samgonga setti í verk.

Sí uppskot her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo