Fólkaflokkurin vann valið í Klaksvík. Listin fekk 5 av 11 kommunustýrislimum, Jógvan Skorheim, sum er nýggjur í flokkinum, var toppskorari hjá flokkinum við 225 atkvøðum.
Men Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýri hava saman ein meiriluta, og tey hava tosað saman um at skipa býráðsmeiriluta.
Við KvF segði Karl H. Johansen úr Sambandsflokkinum, sum situr sum borgarstjóri í dag, at hann ætlar sær at halda fram í sessinum.
Karl Johansen var fyrstvaldur á valinum við 355 atkvøðum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo