Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fólkaflokkurin: Seinastu árini hevur føroyski búskapurin havt stóra framgongd. Hetta hevur havt sína ávirkan, tí vit hava samstundis havt stóran lønar- og prísvøkstur í Føroyum. Serliga hevur prísvøksturin seinastu tvey árini ávirka fíggjarstøðuna hjá mongum.

Skatturin hevur verið óbroyttur síðani 2016, so tá lønirnar eru øktar, fylgir skattastigin ikki við. Sostatt rindar borgarin meira í skatti, tí skattastigin samsvarar ikki við lønarvøksturin.

Tað vil Fólkaflokkurin broyta.

Við uppskotinum verður skatturin lagaður eftir prosentvísa vøkstrinum í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum í tólv mánaða skeiðnum, sum endaði 1. oktober í árinum fyri.

Landsstýrisfólkið skal hvørt ár leggja uppskot um javning av skattastiganum, fyrstu ferð í 2024.

Tó verður mett, at neyðugt er at javna skattastigan longu komandi ár, og tí verður skotið upp, at skattastigin verður javnaður við 4% í 2024, ið svarar til vøksturin í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum.

Henda skipan fer at byrgja fyri, at skattatrýstið veksur av sær sjálvum, eins og undanfarin ár, tá politiska skipanin hevur latið staðið til, heldur enn at tillaga skattin eftir lønarvøkstrinum.

Fólkaflokkurin vil hava, at fólk fáa størri fíggjarligt frælsi. Ein skipan, ið javnar skattastigan árliga, er eitt stig rætta vegin.

Tí skal skattastigin javnast beinanvegin við 4%, soleiðis at automatiska skattingin av borgarum heldur uppat 1. januar 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo