Fólkaflokkurin: Eitt samt Løgting hevur júst nú við 3. viðgerð samtykt broytingaruppskot um floksstødd. Bárður á Lakjuni var sjálvur annar partur av minnilutanum, sum setti fram broytingaruppskot til 2. viðgerð. Meirilutin í mentanarnevnd Løgtingsins dugdi eisini at síggja, at minnilutauppskotið var til besta fyri fólkaskúlan. Tískil varð semja gjørd í mentanarnevdini, soleiðis at minnilutin eisini fekk sítt at siga í málinum. Hetta fegnast vit um!
Nú fyri løtu síðani, bleiv uppskotið frá eini samdari mentanarnevnd einmælt samtykt. Eitt uppskot, sum minkar talið á næmingum í hvørjum flokki niður í 22 og letur upp fyri tvílæraraskipan. Nýggja skipanin verður stigvíst sett í gildi frá skúlaárinum 2025/26 at rokna.
- Vit í Fólkaflokkinum eru errin av tí semjusøkjandi arbeiði, sum Bárður hevur gjørt. Eitt arbeiði, ið vónandi og væntandi verður føroyska fólkaskúlanum at frama. Lógarbroytingin fer at betra um umstøðurnar hjá bæði lærara og næmingi – og tessvegna hjá skúlanum øllum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo