Fólkaflokkurin: Í dag hava Árni Skaale, Bárður Á Lakjuni og Beinir Johannesen vitjað Almannaverkið, har Edvard Heen greiddi frá virkseminum, møguleikunum og avbjóðingunum, ið standa fyri framman.
Virksemið hjá Almannaverkinum fevnir um knappan triðing av fíggjarlógini: frá útgjøldum av ymiskum veitingum til tilboð til tey, ið hava tørv á hjálp og vegleiðing í gerandisdegnum.
Fólkaflokkurin hevur púra greiðan politikk - vit skulu hjálpa teimum, ið hava tørv á tí, tí tey, ið klára seg sjálvi, skulu nokk klára seg sjálvi
Takk fyri áhugaverda framløgu og kunning.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo