Forkunnugur fyrilestur verður hóskvøldið tann 17. november 2022, kl. 20 í Skálanum í Norðurlandahúsinum.
Fyrilesturin er í sambandi við Bókadagarnar 2022, og til umrøðu eru spurningar um, hvagar fólkabókasøvnini eru á veg, og hvørjar umbroytingar eru neyðugar, fyri at tey framvegis skulu vera viðkomandi.
Lisbet Vestergaard frá donsku tankasmiðjuni Fremtidens biblioteker greiðir í høvuðsheitum frá menningini á bókasavnsøkinum í Norðurlondum tey seinastu árini, og gevur síni boð um framtíðarútlitini.
Hon fer at tosa um trý ymist rák, sum eyðkenna gongdina í okkara grannalondum.
- Alsamt fleiri bókasøvn deila høli við onnur á frítíðar- og mentanarøkinum og samstarva við aðrar stovnar um at skapa góðar upplivingar fyri brúkaran.
- Bókasøvnini leggja seg eftir at fáa fatur á teimum málbólkum, sum ikki halda seg hava brúk fyri fólkabókasøvnunum, t.d. teimum ungu.
- Bókasøvnini royna at miðla talgildu tænasturnar betur og leggja seg eftir at knýta fysisku karmarnar/fysiska tilfarið tættari at talgildu tilboðunum.
Fyrilesturin er almennur, men vendir sær til politikarar og aðrar myndugleikar, til leiðarar og starvsfólk á bókasøvnunum, til øll við áhuga fyri framtíðar fólkabókasavninum og øll, sum vilja hava íblástur til menning av fólkabókasavnsverkinum. Fyrilesturin verður á donskum.
Lisbet Vestergaard hevur starvast sum ráðgevi á danska Slots- og Kulturstyrelsen og hevur serliga arbeitt við menningarátøkum viðvíkjandi fólkabókasøvnunum og landsumfatandi lesiverkætlanum fyri børn og ung. Hon hevur verið verkætlanarleiðari fyri kanningar av lesi- og miðlavanum hjá børnum og ungum í 2017 og 2021. Og hon hevur verið akkersfólk fyri Danmarks Biblioteksforening í arbeiðnum við at orða “Oplæg til en national læsestrategi for børn og unge”, sum varð lagt fram í 2019.
Tað er Bókavarðafelagið og tey føroysku bókasøvnini, sum skipa fyri tiltakinum í samstarvi við Norðurlandahúsið. Fyrilesturin er almennur og tað er ókeypis atgongd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo