Fyri 76 árum síðani, leygardagin tann 14. september 1946, var fólkaatkvøða í Føroyum.
Løgtingið hevði tann 10. mai 1946 samtykt at hava fólkaatkvøðu, so teir 17.216 veljararnir sluppu at avgera ríkisrættarligu støðu Føroya.
Fyri at fólkaatkvøðan kundi fara fram mátti hon lýsast í Færøernes Kundgørelsessamling, undirritað av tí setta amtmanninum C. A. Vagn-Hansen (1911-90). Hann var settur í starvið av tí danska ráðharranum, sum hevði Føroyar sum málsøki. Hesin var Knud Kristensen (1880-1962), sum var forsætisráðharri í einari stjórn, sum bara hansara flokkur Vinstra sat í. Amtmaðurin tordi ikki at skriva undir ta samtykt, løgingið hevði gjørt, uttan so at forsætisráðharrin loyvdi honum tað. Knud Kristensen vildi ikki geva hetta loyvi av sínum eintingum, og legði tí málið fyri allar hinar flokkarnar, sum høvdu umboð á danatingi. Hesir flokkar vóru Javnaðarflokkurin, teir konservativu, Danmarks kommunistiske Parti, teir radikalu, Rættarsamgongan og Dansk Samling. Teir vóru allir samdir um, at fólkaatkvøðan skuldi fara fram júst soleiðis sum løgtingið hevði samtykt hana. Tá amtmaðurin fekk hesi boð, kunngjørdi hann tann 13. juni 1946 løgtingssamtyktina.
Hervið kom
“Kundgørelse nr. 10.
I Overensstemmelse med Vedtagelse af Færøernes Lagting stadfæster og udfærdiger undertegnede Amtmand over Færøerne hermed følgende Bestemmelser om Folkeafstemning angående Færøernes fremtidige statsretlige Stilling”
í gildi.
Hvørt orð í henni hevði fingið fulla undirtøku frá allari tí donsku politisku skipanini.
Grein fýra í hesi kunngerð segði:
“Atkvøtt verður skrivliga við nýtslu av hartil prentaðum atkvøðuseðlum. Á hvørjum seðli verða hesir spurningar greitt prentaðir, sundurbýttir við prentaðari beinari striku:
I. Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?
II. Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?
Atkvøðugreiðslan fer fram á tann hátt, at hann, ið atkvøður fyri einum punkti, setir kross við hetta. Atkvøðuseðilin er ógildigur, tá ikki við vissu kann verða avgjørt, hvat punkt veljarin hevur viljað givið sína atkvøðu, ella tá ið er skrivað annað á atkvøðuseðilin enn ein krossur.”
Tá atkvøtt var í løgtinginum 10. mai 1946 um hesa grein, vóru 23 tingmenn, sum vóru valdir á løgtingsvalinum 6. november 1945. Fyri at nakað uppskot kundi samtykkjast, skuldi meir enn helmingur tingmanna greiða atkvøðu fyri. Neyðugt var tí við 12 ja-atkvøðum. Tann sum ikki atkvøddi ja ella ikki møtti upp á tingi, atkvøddi tí í veruleikanum nei.
Grein fýra fekk 12 ja-atkvøður.
Av teimum vóru seks úr Sambandsflokkinum: Andras Samuelsen, formaður (1873-1954), Kristian Djurhuus (1895-1984), Hans Iversen (1886-1984), Ole Fredrik Joensen (1876-1964), Johan Martin Fredrik Poulsen (1890-1980) og Trygve Samuelsen (1907-85).
Afturat komu seks ja-atkvøður úr Javnaðarflokkinum: Peter Mohr Dam, formaður (1898-1968), Johan Peter Davidsen (1890-1972), Jacob Edvard Jacobsen (1889-1947), Jákup í Jákupsstovu (1922-76), William Smith (1910-78) og Jákup Frederik Øregaard (1906-80).
Hinir 11 tingmenninir vóru allir valdir á listum Fólkafloksins. Av teimum vóru tíggju á fundi. Teir atkvøddu ikki. Hesir vóru: Jóannes Patursson, formaður (1866-1946), Thorstein Petersen, løgtingsformaður og fólkatingsmaður (1899-1960), Jógvan Frederik Kjølbro (1887-1967), Hans Pauli Klein (1898-1971), Poul Petersen (1901-2001), Fríðrikur Bláhamar (1902-1981), Sámal Ellefsen (1886-1974), Antinis Sørensen (1892-1963), eins og Rikard Long (1889-1977) og Rasmus (Víka-Rasmus) Rasmussen (1880-1961), sum høvdu boðað frá, at teir vóru tingbólkur Sjálvstýrisfloksins. Fólkaflokstingmaðurin Dánjal Petur (Pedan) Jacobsen (1901-79) var ikki møttur á hesi eykatingsetu, sum var dagarnar frá 24. apríl til 10. mai 1946.
Løgtingið hevði samtykt at fólkaatkvøðan skuldi vera fyri 15. september, og dagurin gjørdist 14. september.
Tá var einki Útvarp Føroya, men telegrafstøðin í Tórshavn fekk í samstarvi við danska útvarpið í lag, at úrslitini kundu sendast á teirra langbylgju so hvørt sum valnevndirnar á ymsu valstøðunum høvdu talt upp. Hetta hoyrdist væl um alt Norðureuropa, og tað vóru ikki bara føroyingar, sum lurtaðu.
Úrslitið var:
I. Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi? 5.499 atkvøður; 49%
II. Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum? 5.660 atkvøður; 51%
Ein av teimum, sum hesa sunnunátt var uppringdur av journalistunum og biðin um at viðmerkja úrslitið, var føroyaráðharrin í donsku stjórnini, forsætisráðharri Danmarkar Knud Kristensen. Hann segði at úrslitið var greitt og nú skuldu samráðingar fara fram um at seta tað í verk. Hetta vóru stóru tíðindini í danska útvarpinum allan sunnudagin. Formaður Sambandsfloksins Andras Samuelsen hoyrdi eisini hetta, og hann sendi eina fráboðan um at hann tók undir við forsætisráðharranum. Formaður Javnaðarfloksins Petur Mohr Dam skrivaði eina grein til Sosialin, har hann viðgekk at stjórnaruppskotið var fallið, og nú var neyðugt at arbeiða út frá hesum veruleika.
Men embætismenninir hjá donsku stjórnini vildu als ikki boyggja seg. Teir høvdu havt valdið í Føroyum, og hvørki ein tapt fólkaatkvøða ella ein skinklandi forsætisráðharri kundi taka teir av fótum.
Tað teir nú fóru í holt við, var at nýta danska hervaldið til at varðveita sítt ræði í Føroyum.
Føroyar høvdu til 1814 verið ein partur av Noregs ríki, sum hevði sína egnu hermegi á landi og sjógvi. Eins og aðrir norðmenn høvdu føroyingar verndarskyldu fyri at verja sín norska skansa. Tá kongur 18. januar 1814 gjørdi av, at norðmenn sjálvir skuldu skipa fyri egnum viðurskiftum, vóru norsku hermenninir teir ítastu at venda danska stýrinum bakið. Av hesum lærdi danska stjórnin, at tað kundi koma henni aftur um brekkur um føroyingar framvegis høvdu verndarskyldu til sítt egna hervald, og tí var skansaliðið niðurlagt 1865.
Millum Føroyar og Danmark var framvegis eitt fólkarættarligt mark. Vit vóru saman undir sama kongi, men kongur skuldi stýra okkum eftir teimum boðum, sum vit góvu honum. Sambandssáttmálin okkara millum segði, at hvørgin parturin kundi leggja seg upp í viðurskiftini hjá hinum partinum, og at vit skuldu hava hermenn fyri at hjálpa hinum partinum um hann heitti á okkum um hjálp. Tað var tí fólkarættarbrot av donsku stjórnini at avtaka okkara skansalið.
Men nú sóu vit hví teir høvdu gjørt hetta, tí nú løgdu teir á okkum við hermegi síni eftir at teir høvdu gjørt okkum verjuleysar.
Tað at leggja á eitt annað land er í fólkarættinum størsta brotsverk, sum hugsast kann.
Hví tók danska stjórnin til hesi óráð?
Orsøkin er einføld.
Donsku ráðharrarnir vóru bangnir.
Tann maður, sum teir vóru bangnir fyri, var Tórstein Petersen. Teir høvdu havt samráðingar við hann á vári 1946 og høvdu funnið út av, at hann visti alt ov nógv um á hvussu hálari hellu danir stóðu fólkarættarliga í samskiftinum við Føroyar. Higartil hevði tað eydnast teimum at forða Tórsteini at fáa valdið í Føroyum, og fólkaatkvøðan skuldi vera síðsti seymurin í politisku líkkistu hansara. Men nú gjørdist fólkaatkvøðan ein ræðuleiki fyri stjórnina. Úrslitið av fólkaatkvøðuni var, at ein tvørpolitisk samgonga kom í lag millum Fólkaflokkin og ein part av Javnaðarflokkinum (tingmannin Jákup í Jákupsstovu, sum ikki var uttan undirtøku innanfloks), soleiðis at Tórstein, sum var løgtingsformaður, Javnaðarflokkinum fyri at takka, veruliga kom at gerast tann oddamaður føroyinga, sum donsku ráðharrarnir skuldu samráðast við um loysingina. Undir hesum samráðingum kundi Tórstein fáa sær til hjálpar bæði norðmenn, tí hann var norskur aðalkonsul, og bretar, tí hann var advokatur hjá bretska hervaldinum í Føroyum.
Fremsti mótstøðumaður Tórsteins var deildarstjórin í danska forsætisráðnum Andreas Møller (1882-1954). Th. Stauning (1873-1942) hevði sett hann í starv 1938, og 1943-45, tá ráðharrarnir høvdu lagt frá sær og deildarstjórarnir stýrdu Danmark, var tað hann sum var fundarstjóri teirra og tí hevði verið óformligi forsætisráðharri Danmarkar hesi bæði ár. Hann hevði verið á fundunum við føroysku sendinevndina á vári 1946, og hann var greiður yvir, at Tórstein, sum saman við norðmonnum hevði funnið út av, at danska grundlógin ikki var Føroya grundlóg, ikki fór at vera mjúkur at strúka í teimum samráðingum, sum nú stóðu fyri stavn.
Tí skuldi Tórstein berjast niður, og tað var tað, sum danska hervaldið fekk boð um at skipa fyri. Tí var eitt herskip óbiðið sent til Føroya fyri at handtaka tann løgtingsmeiriluta, sum tók undir við Tórsteini.
Av tí at talan var um eitt brotsverk ímóti tí fólkarættarliga sambandssáttmála, sum danska stjórnin hevði signerað 29. august 1450, høvdu vit rætt til vápnaða mótstøðu. At hetta hevði verið til fánýtis var avsannað nøkur fá ár seinni í læknastríðnum. Men hesuferð svaraðu vit ikki aftur so harðliga, sum vit høvdu rætt til. Vit hildu at blóð ikki skuldi flóta, hóast embætismenn hjá danska statsvaldinum hóttu okkum við innlendiskríggi.
Vit vóru hampilig, men tað hava vit fingið afturlønt í gráum kálvskinni. Tá vit eru snávaði, hava donsku embætismenninir lagt eftir okkum sum ravnur eftir deyðseyða. Tað ljótasta, vit hava sæð, var tá teir í nitiárunum róku meir enn fimm túsund føroyingar av landinum. Hesar og teirra dugnaligu børn sakna vit so sáran.
Nú 76 ár eftir at donsk hermegi varð nýtt ímóti okkum, skilja vit betri enn nakrantíð, hvussu álvarslig tann brotsgerð var, sum varð gjørd ímóti okkum, og hvussu høgur prísurin hevur verið fyri at vit hava latið okkum alt ov nógv lynda.
Okkum hevur órættur verið fyri, men vit ivast ikki í, at rætturin fer at vinna á órættinum!
Zakarias Wang
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo