Kringvarpið: Sunda kommuna hevur fingið áheitan um fólkaatkvøðu um avgerðina at leggja niður skúlarnar í Hósvík og Hvalvík.
Freistin at biðja um fólkaatkvøðu er farin, og í minsta lagi 30 prosent av veljarunum í teimum báðum skúlaumdømunum hava kravt fólkaatkvøðu um avgerðina at leggja skúlarnar niður.
Fólkaatkvøðan verður um tveir mánaðir, og býráðið lovar at virða úrslitið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo