![791d8365014c4e9d9e8dde8ca22b5277ee239a2d w1200 h630 fB ba15](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/8/2/csm_791d8365014c4e9d9e8dde8ca22b5277ee239a2d_w1200_h630_fB_ba15_7738a29028.jpg)
Umboðini fyri norðurlendsku maskinmeistarafeløgini á NMF-fundi í Svendborg
![791d8365014c4e9d9e8dde8ca22b5277ee239a2d w1200 h630 fB ba15](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/8/2/csm_791d8365014c4e9d9e8dde8ca22b5277ee239a2d_w1200_h630_fB_ba15_7738a29028.jpg)
Umboðini fyri norðurlendsku maskinmeistarafeløgini á NMF-fundi í Svendborg
Norðurlendski maskinmeistarafelagsskapurin, NMF (Nordiska Maskinbefälsföderationen) hevur havt sín várfund á Hotel Svendborg í Svendborg í Danmark, og millum nógvu evnini, ið blivu viðgjørd, endaði spurningurin um tilbúgvingartrupulleikar á skipum við tjóðskaparliga og málsliga blandaðum skipsmanningum við at gerast stóra kjakevnið á fundinum.
Niðurstøðan var, at málsligar og mentanarligar forðingar ikki mugu vera til hindurs fyri eini vælvirkandi krepputilbúgving, og tí mælir NMF staðiliga til, at yvirmenn og manning, ið hevur týðandi leiklutir í krepputilbúgvingini á skipi, sum meginregla skulu hava sama tjóðskap – flagg – sum skipið.
Tað var finska maskinmeistarafelagið, ið tók málið upp, tí tey í Finnlandi uppliva, at støðugt meira spenta trygdarstøðan í økinum orsakað av Ukraina-krígnum og tjóðskaparliga og málsliga blandaðar skipsmanningar saman eru ein vaksandi avbjóðing fyri tilbúgvingarnar umborð á skipunum.
Sí video: https://youtu.be/oPaMNSVwCgY
Evnið var eisini í samljóðið við høvuðsevnið í skránni fyri fundin. Tikið saman um undir yvirskriftini “Human competence is key for safe implementation of new technologies, environmental protection, health and security” (Menniskjaligir førleikar eru avgerandi fyri trygga implementering av nýggjari tøkni, umhvørvisvernd, heilsu og trygd) snúið tað seg um, hvussu altjóða lóggáva kann ávirkast ígjøgnum íverksetanina av henni, nationalt og internationalt.
Kjakast var eisini um fleiri aðrar fakligar spurningar á NMF-fundinum, umframt at maskinmeistarafeløgini í teimum einstøku limalondunum kunnaðu um heimligur viðurskiftini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo