Leiðaradagurin 2020 verður 31. januar kl. 13.00-16.30 á Hotel Føroyum.
Í ár er høvuðsrøðari eingin minni enn Christian Ørsted, sum er maðurin handan metsølubókina Livsfarlig Ledelse.
“Ein av teimum mest skaðandi mytunum innan leiðslu er mytan um, at tað er mótstøða ímóti broytingum. Tað er ikki mótstøða ímóti broytingum! Tað er harafturímóti mótstøða ímóti illa gjøgnumførdum broytingum, har leiðslan setur ógreiðar rammur og ikki lurtar eftir starvsfólkunum.”
Hetta sigur Christian Ørsted, leiðsluráðgevi og høvuðsrøðari á Leiðaradegnum 2020.
Sambært honum kann moderna leiðsla føra til strongd og sjúkrameldingar, og hetta er nakað av tí, sum hann fer at tosa um á Leiðaradegnum.
Vælkomin til Leiðaradagin 2020.
Tekna teg longu nú á www.synergi.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo