Skúlablaðið: - Vil býráðið bjóða næmingum framhaldsdeild í Sankta Frans skúla, má avgerðin takast nú. Tað nyttar lítið at bjóða teimum framhaldsdeild, tá skúlaárið endar um tríggjar vikur, sigur Selmar Jacobsen, stjóri í Sankta Frans skúla. Avgerðin má takast nú í viku 22. Tað er teir allarfyrstu dagarnar í juni.
- Sum støðan er beint nú, fáa næmingarnir ikki møguleikan at halda fram her í skúlanum. sigur Selmar Jacobsen, skúlastjóri. Tað vil siga, at næmingarnir noyðast at velja annan skúla.
- Tí tað sær út til, at politikararnir ikki geva teimum møguleikan, at halda fram í Sankta Frans skúla komandi skúlaár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo