BBC skrivar um Hilmar Leon Jakobsen, sum eftir stuttari tíð er komin heilt upp í oddin í føroyskum ítrótti.
Hilmar Leon greiðir millum annað frá, hvussu hann tey fyrstu árini helt seg til hondbóltin, eftir ávísing frá læknanum, men hvussu hann nú ætlar at satsa uppá fóltbóltin, og fegin vil sleppa út í heim at gera seg galdandi.
Greinin gevur ekkó longur úti í heimi, heilt í Afrika, har eisini Ghanasoccernet skrivar um Hilmar Leon og hansara brøgd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo