Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Eftir drúgva viðgerð hevur nevndin í Flogbóltsambandi Føroya gjørt av, at A-landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum skulu luttaka í stóru EuroVolley kvalifikatiónskappingunum hjá CEV.

Við hesum stigi byrja føroysku landsliðini at luttaka í somu kappingum, sum hinar stóru flogbóltstjóðirnar í Evropa so sum Póland, Italia og Serbia.

Innleiðandi kvalifikatiónsbólkaspælið er í august og tá skulu bæði kvinnur og menn leika 3 útidystir og 3 heimadystir. Sostatt verður á fyrsta sinni møguleiki at síggja føroyska A-landsliðini leika heimadystir móti nøkrum av bestu liðunum í Evropa. 

Endaligu bólkarnir verða avgjørdir seinni. 

Avgerðin at lata føroysku liðini luttaka á hægsta stigi er eitt kostnaðarmikið sats, men er liður í eini 3-5 ára menningarætlan fyri flogbóltin, sum skal verða við til at hækka stigið á føroyskum flogbólti og geva okkara bestu leikarum nakrar avbjóðingar, sum teir ikki áður hava haft. Hetta skal so eisini hava við sær, at áhugin millum børnini at leika flogbólt økist, soleiðis at tilgongdin til feløgini gerst betri.

Sum lið í langsigtaðu ætlanini, eru landsliðsvenjararnir fyri A-landsliðini og fyri U-landsliðini eisini nú langstíðarsettir fyri á tann hátt at tryggja eina áhaldandi menning av leikarum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo