Frihedsbrevet.fo: Sunnudagin 5. mai skipar Frihedsbrevet fyri forvitnisligari sýning í Løkshøll av tveimum dokumentarum, sum snúgva seg um skipað lógarbrot og annað ivasamt virksemi hjá nøkrum av teimum allarsterkastu reiðaríunum í føroysku fiskvinnuni.
Um Valdið aftanfyri valdið:
- Í 2009 seldi norski ríkmaðurin Kjell Inge Røkke sín lut í føroyskari fiskivinnu. Inn trein ein hollendskur risi, Parlevliet & Van der Plas (P&P), og harvið hevði Hanus Hansen, reiðari í Klaksvik, fingið ein nýggjan og sterkan samstarvspartnara. Síðani hava Hanus Hansen og P&P vaksið seg til risar í føroyskari fiskivinnu. Valdið aftanfyri valdið snýr seg um, hvussu ein fær so stórt vald, og hvussu hetta valdið verður umsitið, siga journalistarnir Jan Lamhauge og Barbara Holm, sum eru journalistarnir handan filmin.
Tey gjørdu eisini dokumentararnar Teir ómettiligu, sum vóru sendir í Kringvarpinum fyri nøkrum árum síðani, og sum snúðu seg um Framherja og teirra íslendska parteigara, Samherja. Samstundis settu tey skjøtul á gravandi arbeiðið við hinum stóra útlendska reiðarínum í Føroyum, P&P og JFK.
– Vit halda, at hetta arbeiðið og hesar søgurnar hava stóran týdning, tí Føroyar liva av fiskivinnuni, og føroysku kvoturnar eru risastórar samanborið við onnur evropeisk lond. Tá ið vit so hava multinational samtøk, sum hava fingið atgongd til kvoturnar, so hevur tað týdning, at vit eisini halda eitt vakið eyga við tí, sum fyriferst, sigur Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet.
Tí hevur manningin á Frihedsbrevet hildið fram við tí gravandi arbeiðnum, sum byrjaði í Kringvarpinum.
Sunnukvøldið 5. mai verður møguligt at síggja Valdið aftanfyri valdið í Løkshøll í Runavík. Sýningin tekur hálvanannan tíma, og eftir sýningina ber til at seta journalistunum spurningar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo