Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

- Tað er ikki bara sjúka, ið smittar. Vælvild smittar eisini: Ein hjálpandi hond, eitt herðaklapp, eitt lítið bros. Tá ið nýggju nøvnini verða almannakunngjørd, er ætlanin, at tey verða væl móttikin og falla væl í oyrunum.

Soleiðis sigur Heilsumálaráðið millum annað á heimasíðuni, har boðað verður frá navnakapping um nýggj nøvn til sjúkrahúsini, og har virðislønin er 10.000 krónur.

- Í 2018 vórðu Klaksvíkar sjúkrahús, Suðuroyar sjúkrahús og Landssjúkrahúsið skipað undir felags leiðslu og sum eitt samlað føroyskt sjúkrahúsverk. Ein avgerandi lutur í at samansjóða tey trý sjúkrahúsini er at skapa ein sterkan samleika. Ein samleika, ið er felags fyri øll sjúkrahúsini. Tí verður sóknast eftir nýggjum nøvnum, ið knýta hesi saman í eina savnaða heild, sigur Heilsumálaráðið.

Meira kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo