Altjóða partabrøv kláraðu seg væl í fjør.
Men tey bæði føroysku børsskrásettu partabrøvini vóru eitt undantak hóast vísitølini, har tey eru skrásett, høvdu ein trivaligan vøkstur.
Bakkafrost byrjaði árið við 610 norskum krónum men endaði á 583,6 - tað er eitt fall uppá 4,7 prosentstig. Tað er fyrstuferð í nógv ár, at partaeigararnir hjá Bakkafrosti upplivdu at ognirnar minkaðu í eitt ár.
Enn verri var hjá BankNordik. Har byrjaði árið við 152,5 kr men endaði á 140,5 kr. Tað svarar til eina minking uppá 7,6 prosentstig í 2021.
Sigast skal, at vinningsbýti ikki eru roknað uppí avkastið. Í tí sambandi kann nevnast, at ímeðan Bakkafrost rindaði eitt minni avkast enn vanligt hevur verið, rindaði BankNordik eitt størri vinningsbýti enn vanligt. Bankin rindaði partaeigarunum 51,8 kr fyri hvørt partabrævið í 2021 – harav 46,8 kr. stavaðu frá serligum vinningsbýti í árinum. Hetta gevur eitt avkast á 26% í mun til ársbyrjan 2021.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo