Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í kvøld, mikukvøldið, er sendingin Nybyggerne aftur á skránni. Hesa ferð er tað 6. partur, ið verður sendur. 

 

Sunnvá Dahl Rasmussen av Argjum og Martin Høgfeldt Olsen úr Havn eru millum tey 4 pørini, ið eru við í sendirøðini. Tey eru flutt inn í eini tóm hús, og skulu uppá stutta tíð innrætta og gera húsini klár at búgva í. 

Hvør sendingin fylgir teimum 4 pørunum, meðan tey innrætta okkurt av rúmunum í húsunum.

Í seinasta parti skuldu tey gera 2 kømur. Tað lá væl fyri hjá Sunnvá og Martin, og bæði rúmini vóru ótruliga væl gjørd og innrættaði. Tey bæði eru óføra dugnalig at fáa gjørt ymiskt burtur úr lítlum.

Í hvørjari sending verður ein vinnari funnin. Tað parið, sum hevur gjørt vakrasta ella besta rúmið, vinnur 20.000 kr at brúka til at byggja víðari fyri í húsunum.

Sunnvá og Martin hava enn ikki vunnið í nakrari av sendingunum. Allar súður eru tó ikki syftar enn. Í kvøld skulu tey gera køkin í húsunum hjá teimum. 

Rúmið er skrall tømt, tá tey byrja, og tey hava bert nakrar heilt fáar dagar til at gera allan køkin. Fíggjarætlanin er avmarkað, men lat okkum nú síggja, hvussu tey fara at klára seg. 

Í endanum av sendingini verður ein vinnari funnin, sum hevur gjørt vakrasta køkin.

Tá seinasta sending av Nybyggerne verður á skránni tann 25. november, verður ein høvuðsvinnari funnin. Vinningurin er, at parið fær húsini til ognar, sum tey hava innrættað. Virðið á húsunum er 2,6 milliónir krónur, og er hetta av størstu vinningum, sum nakrantíð hava verið í einari danskari sjónvarpssending.

Nybyggerne verður send á TV2 í kvøld, mikukvøldið, kl. 19.00 og á KVF kl. 19.45.

Ein áhugaverd grein um Sunnvá og Martin er á heimasíðuni hjá TV2:  trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo