Flogbóltssambandið: Hanna Iansdóttir Biskupstø og Nicola Toftegaard úr Ikast KFUM og Súsanna Sólrunardóttir Ludvig úr Brøndby VK eru nú liðnar við grundspælið í bestu donsku kvinnudeildini í flogbólti.
Næst á skránni eru fjórðingsfinalurnar.
Hanna og Nicola, sum dagliga leika við Ikast KFUM endaðu um nr. 6 í grundspælinum og skulu leika fjórðingsfinalur ímóti Gentofte Volley, sum endaði sum nr. 3 í deildini. Hanna og Nicola skulu 11. mars til Gentofte og 15. mars hava tær heimadyst.
Súsanna og Brøndby VK endaðu sum nr. 5 í grundspælinum og teirra fjórðingsfinalur verður ímóti Team Køge. Team Køge endaði nr. 4 í deildlini. Hesir dystirnir verða hin 11. mars í Køge og 16. mars hevur Súsanna heimavøll.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo