Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Prísvinnandi North Atlantic Subsea Vodka, sum skuldi koma á marknaðin herfyri, verður nú at fáa. Heimsins fyrsta vodka gjørt av feskvatni, funnið undir havsins botni, varð afturhildið av Heilsufrøðiligu Starvstovuni, ið ynskti at kanna vøruna nærri. Allar kanningarnar vóru góðar, og tí er sølubannið nú strikað.

Subsea Vodka er gjørt úr vatni úr einum stórum lumma við feskum vatni, ið varð funnin undir Heystfirði, tá Sandoyartunnilin varð boraður. Feskvatn, ið helst er elligamalt, men sum hevur sera høga drekkivatnsgóðsku.

Subsea Vodka bleiv beinanvegin sent inn til eina av fremstu altjóða kappingunum fyri vodka, The Vodka Masters. Kappingin hevur nakrar av bestu serfrøðingunum í heiminum í dómsnevndini. 1. september bleiv tað almannakunngjørt, at Subsea Vodka hevði vunnið gull í flokkinum Super Premium, og Faer Isles Distillery fegnast nú um at kunna bjóða Batch 1 til føroyingar, áðrenn farið verður út á altjóða marknaðin við vodkanum.

Fríggjadagin 7/10 verður Batch 1 at fáa í Rúsuni kring landið, á flogvøllinum og umborð á Norrønu. Umboð fyri Faer Isles Distillery verða í Rúsuni í Havn frá kl 10.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo