Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tað var gleðisdagur í Vágum í gjár. Tíggju kvinnur við útlendskum uppruna, sum allar búgva og hava búð í Vágum í styttri ella longri tíðarskeið, fingu prógv handað í føroyskum sum annaðmál.

Og tað skuldi sjálvandi hátíðarhaldast á hugnaligari samkomu í skúlanum í Sørvági í gjárkvøldið, har eini 35 fólk vóru komin saman at heiðra luttakararnar, sum fingu prógv.

- Hetta er ein stórur dagur fyri meg og fyri okkum øll. Og eg fegnist stórliga um møguleikan, vit hava fingið við undirvísing á heimabeiti í Vágum, segði Maria M. Nolsøe millum annað í inniligu takkarkvøðuni - á føroyskum.  

Maria er ættað úr Venesuela, sum liggur í norðari parti av Suðuramerika. Hon er gift Rúna Nolsøe í Sørvági, og hon hevur búð í Føroyum í fimm ár.

Hinar kvinnurnar eru úr fimm øðrum londum; úr Peru, Tailandi, Filipsoyggjum, Fraklandi og Serbia.

Tær eru tær fyrstu, sum fáa prógv í Vágum eftir nýggju samstarvsavtaluni millum Tórshavnar Kvøldskúla, Vága kommunu, Sørvágs kommunu og alifyritøkuna Hiddenfjord. Avtalan varð undirskrivað og kom í gildi í september í fjør.

Eitt samstarv, sum higartil hevur víst seg at rigga avbera væl, segði Jógvan Sørin Hansen, leiðari fyri Tórshavnar Kvøldskúla, sum handaði prógvini.

Undirvísingin byrjaði í september í fjør, og níggju tímar hava verið settir av hvørja viku.

Undirvísarar hava verið Petra Olsen og Bjarni Steingrund. Tey lata sera væl at og halda, at tær níggju, sum hesaferð fingu prógv, hava ment seg og tikið seg nógv fram í vetur.

Undirvísing fyri útlendingum í Føroyum er annars ikki nakað nýtt fyribrigdi í Vágum. Í Sørvági var á fyrsta sinni farið undir líknandi átak í 2010, men tað er fyrstu ferð, at undirvísingin er skipað í so tøttum samstarvi við kommunurnar í Vágum og Tórshavnar Kvøldskúla.

Samstarvið er liður í eini størri ætlan um integratión, hvørs endamál er at fáa útlendingar at kenna seg vælkomnar í Føroyum og sum samanrunnin og javnsettur partur av føroyska samfelagnum.

Tórshavnar Kvøldskúli hevur samstarvað við Mentamálaráðið og Undirvísingarstýrið um skipanina undir heitinum ”Føroyskt sum annaðmál”.

Leisturin er skipaður í trimum stigum eftir evropeiska CEFR-stiganum. Tað merkir í stuttum, at útbúgvingin er førleikamennandi og gevur atgongd til víðari lestur.

Tórshavnar Kvøldskúli ynskir luttakarunum hjartaliga tillukku við próvnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo