Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Føroyskt Kirkjumál og Føroyska Bíbliufelagið: Føroyskt bíbliumál hevur havt stóra ávirkan á føroyskt skriftmál eins og á føroyskan málburð sum heild.

Í ár eru 200 ár liðin, síðan føroyingar fingu sína fyrstu bíbliutýðing. Tað var J. H. Schrøter, prestur í Suðuroy, sum týddi Matteus evangelium. Við tí fingu vit fyrstu bókina á okkara máli, tí hon varð borin út í hvørt hús í landinum. Til at hátíðarhalda hesa stórhending og at minnast tað, sum er hent við bíbliutýðingum seinastu tvær øldirnar, geva Føroyskt Kirkjumál og Føroyska Bíbliufelagið út bók við heili seks týðingum av Matteus evangelinum.

Týðingarnar standa lið um lið í seks teigum, so tað er lætt at lesa og samanbera.

Í “Føroyskt kirkjumál í 200 ár” kanst tú fyri fyrstu ferð lesa týðing Schrøters í vanligum latínskum stavum mótsett tí gotiska, sum upprunaliga varð prentað, og her finnur tú eisini tvær týðingar av Matteus evangelium, sum ikki hava verið á prenti áður: Tann endurskoðaða týðingin eftir Hera Tróndheim av Nýggja Sáttmálanum og týðingina hjá Hans J. Joensen av Matteus evangelium. Í bókini eru eisini týðing Jákup Dahls av Matteusi, sum kom út 100 ár eftir týðingina hjá Schrøter, og tvær týðingar eftir Victor Danielsen av Matteusi frá ávikavist 1937 og 1949.

“Føroyskt bíbliumál í 200 ár” er ein einføld og áhugaverd lýsing av bíbliumáli og skriftmáli okkara í 200 ár. 

Les, samanber og kenn súsið av føroyskum máli seinastu tvær øldirnar.

Bókin er 252 blaðsíður.

Umbróting, prent og liðuggerð: Føroyaprent.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo